Á fyrsta býráðsfundi sínum týskvøldið samtykti nývalda býráðið at velja Gunvá við Keldu til borgarstjóra.
Nýggja býráðið, sum er valt fyri valskeiðið 2009-2012, hevði týskvøldið tann 9. desember 2008 sín fyrsta fund, har val av borgarstjóra, varaborgarstjórum og manning av føstu nevndunum var á skránni.
Býráðið samtykti at velja Gunvá við Keldu til borgarstjóra og Jógvan Skorheim og Steinbjørn O. Jacobsen til ávíkavist 1. og 2. varaborgarstjóra í komandi valskeiði, sum byrjar 1. januar 2009.
Nevndirnar vórðu eisini mannaðar á hesum fyrsta býráðsfundinum:
Fíggjarnevndin:
Gunvá við Keldu
Jógvan Skorheim
Auðunn Konráðsson
Steinbjørn O. Jacobsen
Eyðgunn Samuelsen
Mentanarnevndin:
Jógvan Skorheim
Elsebeth G. Hansen
Atli S. Justinussen
Óluva Klettskarð
Jákup Mikkelsen
Sosiala Nevnd:
Elsebeth G. Hansen
Atli S. Justinussen
Auðunn Konráðsson
Jákup Mikkelsen
Steinbjørn O. Jacobsen
Tekniska Nevnd:
Óli M. Lassen
Elsebeth G. Hansen
Jógvan Skorheim
Hans Arne Bertholdsen
Óluva Klettskarð
Byggi- og Býarskipanarnevndin:
Auðunn Konráðsson
Elsebeth G. Hansen
Óli M. Lassen
Eyðgunn Samuelsen
Hans Arne Bertholdsen
Havnanevndin:
Atli S. Justinussen
Auðunn Konráðsson
Óli M. Lassen
Steinbjørn O. Jacobsen
Hans Arne Bertholdsen
Heilsunevndin:
Auðunn Konráðsson
Óli M. Lassen
Óluva Klettskarð
Jákup Mikkelsen
Magnus Magnussen, lækni




