Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðið tvífaldar játtan til sjóhitaskipan

John William Joensen

Sambært fyrisitingarlógini skal umbøn um innlit, verða avgreidd innan 10 dagar, men hóast Norðlýsið hevur bíðja heilar 72 dagar, hava vit framvegis ikki fingið innlit í kostnaðin av sjóhitaskipanini.

Sambært fyrisitingarlógini skal umbøn um innlit, verða avgreidd innan 10 dagar, men hóast Norðlýsið hevur bíðja heilar 72 dagar, hava vit framvegis ikki fingið innlit í kostnaðin av sjóhitaskipanini.

Til samanberingar kunnu vit nevna at tað tók einans eitt samdøgur at fáa øll skjøl í samband við innlitsumbøn, ið vit sendu VØRN í vikuni.

Í januar 2013 fær Tekniska Umsiting hjá Klaksvíkar Kommunu, eftir egnari umbøn, eitt tilmæli frá ráðgevandi fyritøkuni SMJ um eina Sjóhitaskipan til almennu bygningarnar hjá Kommununi í og kring miðbýin. SMJ metir at íløgan í nýggju sjóhitaskipanina fór at kosta kommununi í mestalagi 7,5 mió. kr..

Kommunan kannar ikki aðrar skipanir, men sum skilst á samskiftinum velur man at ganga somu leið sum nýbygningurin í miðbýnum hjá samkomuni í Betesda.

M.a. ferð ein stórur bólkur av býráðslimum og fólki í umsitingini eina ferð til Norra at hyggja eftir sjóhitaskipanum á ymiskum støðum.

Ongar metingar ella greiningar verða gjørdar av øðrum skipanum, so sum jarðhiti, sólorku, vindorku o.so.fr..

Til samanberingar kunnu vit viðmerkja at útrokningar sum Norðlýsið bað oljufeløgini gera vísa, at íløga í nýggjar ketlar høvdu kosta kommununi 600.000 kr. og um býráði valdi at gera íløgu í nýmótans orkusparandi kondens oljufýr hevði samlaða íløgan verið 1 mió. kr..

Eftir at Norðlýsið hevði viðgjørt stóru íløguna hjá Klaksvíkar Kommunu, skrivar borgarstjórin í brævið til Norðlýsið tann 27. juni 2015:

…..Heilt frá byrjan av hesum valskeiðnum hava vit havt tað visjón, at Klaksvík skal gerast grønari, og raksturin av kommununi skal gerast bíligar, soleiðis at borgarin eisini kann fáa fíggjarliga ágóðan av hesi framskygdu íløgu….

Borgarstjórin endar brævið við at sitera stjóran í SMJ, sum baði hevur mælt býráðnum til at gera íløgu í sjóhitaskipanina samstundis sum felagið hevur veitt býráðnum nýggju sjóhitaskipanina:

……. Sjálvur haldi eg, at hetta er eitt sera framskygt stig, Klaksvíkar Kommuna hevur tikið…..

Í mars mánaða 2017 tvífaldar býráði íløguna í sjóhitaskipanina og játtar góðar 6 mió. kr. afturat.

Eftirfylgjandi biðjur Norðlýsið um alment innlit í samlaða kostnaðin av Sjóhita skipanini, men enn er einki svar komið frá býráðnum.

———

Tann 6. Juni 2017 (eftirmiddag)

Ringir løgfrøðiligur ráðgevi hjá Klaksvíkar Kommunu til Norðlýsið og greiður frá at málið um innlit í sjóvhitaskipanina er júst enda á borðinum hjá honum og sigur at hann skal avgreiða málið skjótast gjørligt

Tann 6. Juni 2017

sendir Norðlýsið eina áminning viðvíkjandi umbøn um innlit í sjóhitaskipanina.

Tann 16. Mai 2017

sendir Norðlýsið eina áminning viðvíkjandi umbøn um innlit í sjóhitaskipanina.

Tann 5. Mai 2017

Skrivar journalleiðarin til Norðlýsið:

Orsaka hetta tekur so langa tíð. Tummas T. Eliasen, kommunustjóri arbeiðir við málinum. Tygum hoyra aftur um nær svar kann væntast.

vegna kommunustjóran,

Vinarliga

Klaksvíkar Kommuna

Stjórnarskrivstovan

Maria Thorsteinsson

Journalleiðari

Tann 27. Mars 2017

Skrivar Norðlýsið bræv til Klaksvíkar Kommunu:

ALMENT INNLIT

Í eykafíggjarætlanini hjá Klaksvíkar Kommunu er 6 mió kr. avsettar til spillvatn/hitaskipan.

Vísandi til lógina um alment innlit ynskjað vit at fáa útgreinað hvussu nógv er til sjóhitaskipanina og hvussu nógv er til spillivatnshitanina.

Við tað at býráðið hevur lagt saman játtanina til spillivants/ og Hitaskipan, er trupult at finna fram til veruliga kostnaðin av hitaskipanini.

Kunnu tit útgreinað hetta fyri okkum.

vh

John William Joensen

Norðlýsið

Harleywoodpaint