Sum sæst í tølum í aðrari blaðgrein her á nordlysid.fo so er tað dýrari fyri skattgjaldaran í Havn at býráðið valdi at hita Boðanesheimið við grønari orku. Og í gerðabókini hjá býráðnum framgongur at býráðslimir vóru fullgreiðir yvir at íløgan í sjóhita fór at verða dýrari fyri skattgjaldran.
Sum sæst í tølum í aðrari blaðgrein her á nordlysid.fo so er tað dýrari fyri skattgjaldaran í Havn at býráðið valdi at hita Boðanesheimið við grønari orku. Og í gerðabókini hjá býráðnum framgongur at býráðslimir vóru fullgreiðir yvir at íløgan í sjóhita fór at verða dýrari fyri skattgjaldran.
LES eisini: Tað er neyvan peningur at spara í grønari orku
Býráðslimir umhugsaðu at venda aftur til eina vanliga oljufýring men tá var verkætlanin komin ov langt og politiskt vildi man grøna orku og tí var málið samtykt í býráðnum – vitandi um at hetta í seinra enda fór møguliga var dýrari fyri skattgjaldaran.
Tann 10. januar 2011 stendur soleiðis í gerðabókini:
Boðanesheimið – alternativ orkuskipan.
……. Meiríløgan er um 1,7 mió.kr., árliga orkusparingin 16 kWh fyri fermeturin og afturgjaldstíðin um 15 ár við grundarlagi í verandi kostnaðarstøði.
…….Undir sáttmálasamráðingunum við ArtiCon í nov-des 2010 gjørdist greitt, at neyðugt var at leingja byggitíðina 2 til 3 mánaðir um jarðhitaskipan var vald,
……. Hinvegin metir bygginevndin ikki tað verða hennara avgerð at taka støðu til, um stig skal takast til fult og heilt at fara frá ætlaða oljufýrda hitaverkinum og yvir til eina hitapumpuskipan nú, og saknar einfalt eina politiska støðutakan til spurningin um “grøna orku” sum heild at styðjað seg til.
…….Sosiala nevnd 3. mai 2011: Sosiala nevnd samtykti at mæla býráðnum um fíggjarnevndina, at taka avgerð um burturav at nýta sjóvarhita sum orkuskipan til heimið og at fáa neyðuga fígging til vega.
…..Býráðið 26. mai 2011: Einmælt samtykt og at fíggja meirkostnaðin innanfyri verandi karmar
……Nýtt: Forkanningarnar eru nú komnar undir land, og vísur tað seg, at samlaði kostnaðurin verður kr. 4,8 mió. kr., sum er 3,1 mió. kr. meir enn upprunaliga kostnaðarmetingin á 1,7 mió. kr.
…..Orsøkirnar til meirkostnaðin eru als ikki nøktandi lagdar fram fyri umsitingini, men millum annað er talan um eitt væl størri anlegg, ið framleiðir 240 KW ímóti 125-160 KW, sum upprunaliga upplýst.
……Ivasamt er um meiríløgan nakrantíð verður vunnin inn aftur. Tó valdast sjálvandi hvussu oljuprísurin verður í framtíðini.
Sum støðan er nú, so eru tvinnir kostir í at velja:
1: Venda aftur til oljufýrdar ketlar, sum í upprunaliga projektinum. Hetta viðførur smbr. útgreiningum hjá ArtiCon ein meirkostnað á kr. 695.000 fyri forkanningar av grønari orku, umframt ávísa umprojektering. Nevnast skal tó, at møguleiki er seinni at venda aftur til t.d. sjóvarhita.
2: Halda fast við tilmæli frá 3. mai 2011 um at nýta sjóvarhita burturav og fáa neyðuga fígging til vega. Verandi íløgujáttan til Boðanesheimið ber ikki eina tílíka meirútreiðslu.
Sosiala nevnd 6. desember 2011: Nevndin átalar, at so stórur munur er á uppruna kostnaðarmetingini, sum støða er tikin út frá, og endaliga tilboðnum.
Ein meirluti, Levi Mørk, Vagnur Johannesen og Sjúrður Olsen, vísir til, at tilboðið frá ArtiCon er 3,1 mió. kr. dýrari, og mælt verður tí til at venda aftur til uppruna projektið við oljufýrdum ketlum, men at møguligt skal verða at venda aftur til sjóvarhita seinni.
Ein minniluti, Marin Katrina Frýdal og Halla Samuelsen, mæla til at halda fast við tilmæli frá 3. mai 2011 um at nýta sjóvarhita burturav og kanna tilboðið nærri, herundir kost-nyttukanning vísandi til týdningin av, at allir kommunalir bygningar verða upphitaðir við varandi orku.
Fíggjarnevndin 7. desember 2011: Ein meiriluti, Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Sjúrður Olsen og Bogi Andreasen mæla býráðnum til at taka undir við meirilutanum í sosialu nevnd og venda aftur til uppruna projektið við oljufýrdum ketlum og at møguligt verður at binda í eina skipan við sjóvarhita seinni.
Ein minniluti, Halla Samuelsen, mælir til at halda fast við tilmæli frá 3. mai 2011 um at nýta sjóvarhita burturav og kanna tilboðið nærri, herundir kost- nyttukanning vísandi til týdningin av, at allir kommunalir bygningar verða upphitaðir við varandi orku.
Býráðið 14. desember 2011: Einmælt samtykt at taka undir við tilmæli frá borgarstjóranum, um at arbeiða víðari við sjóhitaskipan og beina málið í fíggjarnevndina at finna fígging.
Ískoyti:
Articon hevur í skrivi dagfest 14. desember 2011 boðað kommununi frá, at kostnaðurin fyri lidna anleggið verður kr. 4.800.000 u/mvg, men íroknað allar veitingar og tær óvissur, sum Articon hevur víst á í frágreiðing og tilboði.
Býráðið samtykti 26. mai 2011, at meirkostnaðurin, sum tá varð mettur til kr. 1,7 mió, skuldi fíggjast av verandi íløgukarmi til verkætlaninia. Fíggjartørvurin, sum verður at leggja aftrat samlaðu íløgujáttanini til verkætlanina, er tí kr. 3,1 mió umframt mvg.
……Fíggjarnevndin 10. januar 2012: Ein meiriluti, Heðin Mortensen, Jógvan Arge og Elin Lindenskov taka undir við tilmælinum og mæla býráðnum til at taka av tilboðnum hjá Articon á 4,8 mió kr., ið verður at fíggja samsvarandi omanfyri standandi yvirliti og at heimila umsitingini at gera ískoytissátmála við Articon um arbeiðið.
Ein minniluti, Sjúrður Olsen og Bogi Andreasen, taka ikki undir við tilmælinum vísandi til, at sjóvarhitaorkan ikki er lønandi fyri kommununa, og at kommunan onga trygd hevur fyri íløguni á 4,8 mió. kr.
……Ískoyti: Vísandi til málsetningar býráðsins at arbeiða fyri burðardyggum og umhvørvisvinarligum loysnum, hevur býráðið 14. desember 2011 tikið avgerð um at arbeiða víðari við sjóvarhitaskipan til Boðanesheimið. Talan er um eina nýggja slóðbrótandi loysn, ið ætlandi skal gerast ein varði innan grønar orkuloysnir, og tí mælir samgongan býráðnum til at taka undir við meirilutanum í fíggjarnevndini og taka av tilboðnum hjá Articon á 4,8 mió kr., ið verður at fíggja samsvarandi omanfyri standandi yvirliti og at heimila umsitingini at gera ískoytissáttmála við Articon um arbeiðið.
Býráðið 10. januar 2012: Fyrst varð atkvøtt um meirilutatilmælið frá Heðini Mortensen, Jógvani Arge og Elini Lindenskov í fíggjarnevndini 10. januar 2012, ið varð samtykt við 8 atkvøðum fyri og 0 ímóti.
Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Elin Lindenskov, Halla Samuelsen, Marin Katrina Frýdal, Levi Mørk, Jákup Símun Simonsen og Rúni Djurhuus.
Greiddu ikki atkvøðu: Sjúrður Olsen, Jan Christiansen, Anfinn Brekkstein og Vagnur Johannesen og Bogi Andreasen.




