Regluligi fundurin í Klaksvíkar Býráð, sum skuldi vera 22. november, er fluttur til 29. november.
Flytingin merkir eisini, at allir regluligu fundirnir í býráðsnevndunum eru útsettir eina viku, soleiðis at flestu nevndirnar hava sínar fundir í viku 47 (19.-23. november), meðan Fíggjarnevndin og Býráðið hava sínar fundir vikuna eftir, ávíkavist týsdagin 27. og hósdagin 29. november.



