Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðslimir vilja hava bilarnar frammanfyri gamla kirkjugarð burtur

John William Joensen

Á býráðsfundinum týskvøldið var eitt mál fyri har Heilsunevndin mælti til at eingin parkering verður við gamla kirkjugarð.

Talan er fyrst og fremst um tey fýra til fimm parkeringsplássini sum eftir ætlan skulu  vera frammanfyri gamla kirkjugarðin har nýggja økið júst er um at vera liðugt.
Heilsunevndin fekk nógvan kritikk fyri at málið ikki fyrst var lagt í nevnd har tað hoyrdi heima, tí einki lá í málinum og býráðslimir vitstu, at býráðið hevði verið í samráðingum við grannar har á leið og fyrst og fremst átti at verið kannað hvat hesar avtalur søgdu, tí mett var ikki rætt, at býráðið bert við einum pennastrokið strikaði gjørdar avtalur við borgarar.
Málið fór aftur í nevnd.
Hinvegin vóru flestu býráðslimir samdir í at hetta kundi blíva ein trupulleiki, tí vandi er fyri, at tá tey fýra fimm plássini sum avsett har til parkering eru upptikin, at so bilar fara at parkerað aðrastaðni á økinum, og tað hildu býráðslimir kundi blíva sera óheppið fyri økið.