Hóast fíggjarnevndarlimir siga seg ikki minnast til nakra kunning, so eru tað teir sum sita við ábyrgd sambart kommunulógini
Politikarar kunnu sambart kommunulógini ikki skjóta ábyrgd yvir á umsitingina
Nógv hevur verið tosað um hvørjar mannagongdir vóru nýttar í samband við at Klaksvíkar Býráð setti pening í týska íløgufelagið.
Tað hevur verið ført fram at fíggjarnevndin var kunnað munnliga og ikki skrivliga.
Hetta er rætt, men hóast politikarar siga seg ikki minnast um teir vóru kunnaðir ella ikki, so er kommunulógin greið at tað er eingin annar enn kommunustýrsilimirnir sum hava ábyrgd av at peningurin hjá Kommununi er goymdur á tryggan hátt.
Tað er tí heldur eingin ivi um at tað eru býráðslimir og ikki umsitingin, sum sambart kommunulógini hava ábyrgd av at peningurin verður goymdur á tryggan hátt. Tað er sostat ábyrgdin hjá býráðslimum at syrgja fyri at teir hava greiðar relgur og mannagongdir í samband við umsiting av peningi hjá kommununi.
Kommunusamtykt
Eisini kann spurningur setast við um kommunulógin ikki eisini krevur eina býráðssamtykt, tá likviditeturin hjá býráðnum skal plaserast, um ein skal fylgja endamálunum við lógini:
§ 43. Til lántøku, veðsetan, nýtslu av rakstraravlopi og tílíkum krevst samtykt frá kommustýrinum.
Hóast tað er ein tulkingarspurningur um peningurin stavar beinleiðis frá rakstraravlopið so er talan um likviditet sum sambart kommuni er peningur sum stendur í ymiskum grunnum.
Men tað er hinvegin eingin ivi um at kommunulógin er sera strong tá talan er um hvussu kommunan skal handfara pening, og spurningurin er tí um tað ikki sambart kommunulógini altíð eigur at fyrilyggja ein býráðssamtykt ella í hvussu so er ein fíggjarnevndarsamtykt.
Nú spurningurin um ábyrgd verður nógv diskoteraður, so stendur eitt fast, at kommunala eftirlitið fer ikki at ábyrda umsitingina tí tað er bert kommunustýrislimirnir sum eru ábyrgdaðir yvir fyri lógini.
Brot úr kommunulógini:
§ 42. Fíggjarnevndin skal ansa eftir, at øll peningaogn hjá kommununi er goymd á tryggan hátt.
Stk. 2. Peningaognir skulu setast í peningastovn, á postgiro ella í tílík lánsbrøv, ið nýtt verða, tá ið um ognir hjá ómyndingum ræður, so tær geva sum mest av sær.
Stk. 3. Virðisbrøv skulu hava átekning um, at tey eru ogn hjá kommununi, og at eingin hevur ræði á teimum uttan samtykt kommunustýrisins. Um til ber, skal átekningin verða skrivað í bók hjá viðkomandi stovni.
§ 43. Til lántøku, veðsetan, nýtslu av rakstraravlopi og tílíkum krevst samtykt frá kommunustýrinum.
————-
Kapittul 9
Eftirlit, rættartiltøk v.m.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann saksøkja kommunustýrislim eftir endurgjaldi, um hann ber ábyrgd av, at kommunan hevur verið fyri missi.
————-
§ 56. Kommunustýrislimur verður sektaður við bót, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, ið fylgja av starvsinnihaldi hansara.




