Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðsvalið 2008

John William Joensen

Nú bert tveir mánaðir eru eftir til býráðsvalið 2008, sýnist sum um valfeløg og býráðspolitikarar snorksova.

Blaðstjórin skrivar:

Vit hava blaðað aftur i Norðlýsið til valið 2004 og 2000, og har sæst, at menn og kvinnur vóru úti við politiskum boðskapum nógv fyrr enn talan er um í ár. Eitt nú var Tjóðveldisflokkurin, sum hann nevndist tá, liðugur við sína uppstilling til býráðsvalið tveir mánaðar frammanundan valinum.

Higartil hava vit bert sæð sera lítið til sitandi býráðslimir, tó hevur sitandi borgarstjórin roynt at verið frammi, og vit halda at tey, sum ætla at vera vald í býráðið, eiga at siga okkum veljarum í góðari tíð, hvat tey standa fyri. Men tað sýnist ikki, sum um kunning til veljaran hevur teirra áhuga.

Hvørjum hetta boðar frá er ilt at spáa um, men skjótt er til at hugsa, at áhugin fyri lokalu valfeløgunum er minkaður, nú Føroyar eru gjørdar til eitt valdømi. Landspolitikarar og landsfeløg hava fleiri ferðir undirstrikað, at brúk er fyri lokalfeløgunum. Men vit, sum hava sitið í lokalfeløgum duga at síggja, at tað er ikki so hugaligt longur, tá lokalu valfeløgini í veruleikanum hava mist alitisstarvið at finna og at stilla upp valevni til Løgtingsval.

Í lokalum valfelagshøpi hevur uppstilling til kommunuval ikki havt nær til so stóran áhuga, sum uppstillingin til løgtingsval, kanska einamest orsakað av, at býráðs- og bygdarráðspolitikkur so sera lítið hevur við partapolitikk at gera í praksis.

Ført hevur mangan verið fram, at uppstilling til býráðsval als ikki átti at verið politisk. Kanska hava vit, sum hava hildið at politisku valfeløgini hava verið eitt gott forum fyri uppstillig, mett skeivt. Í hvussu so er hómast í havsbrúnni ein broyting. Vit síggja fyri okkum, at lokalu partapolitisku valfeløgini fara at syndrast og at tað vera aðrir áhugabólkar, ið fara at bjóða seg fram til býráðssessir.

Samfelagið er í støðugari menning, og møguliga er tað ein partur av menningini, at lokalu partapolitisku valfeløgini fara í søguna og at aðrar flokkingar av borgarum fara at gera seg galdandi. Alt hevur sína tíð, verður sagt, men sum støðan er júst ídag, so er ilt at fáa eyga á nakað framherjandi alternativ til politisku valfeløgini.

Tað er meira sannlíkt at líkasælan valdar, nú politikkarar okkara valdu at gera Føroyar til eitt valdømi av breyðpolitiskum orsøkum.

Oddagrein – Norðlýsið

Harleywoodpaint