Í morgin er ætlanin at byrja gravivirksemið á Strond, har stóra smoltstøðin hjá Bakkafrosti skal standa. Tað skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu.
Í tí sambandi hevur býráðið valt at flyta maskinurnar á Strond niðan á Borðoyavík, har nýtt ídnaðarøki skal gerast.
“Vit kunnu fegnast um, at vinnulívið í Klaksvík blómar, og er tað tí okkara uppgáva at gera karmarnar enn betri. Samstundis sum vit fáa stóru vinnulívsíløguna á Strond, kunnu vit nú veruliga fáa gongd á ídnaðarøkið á Borðoyavík, ið fer at hava stóran týdning fyri framtíðar vinnulívsvøkstur í býnum,” sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini.
Virksemið hjá grótbrotinum verður nakað skert komandi tíðina, vegna flyting og byggibúning av økinum uppi á Borðoyavík.
Mánadagin skrivaðu Regin Jacobsen og Jón Sigurdsson, vegna Bakkafrost og Articon, undir sáttmálan um at byggja nýggju smoltstøðina á Strond. Gongst sum ætlað, fer smoltstøðin at standa klár í 2018.




