Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Byrjað at borða til Sandoyar 1. november 2009

John William Joensen

Tingmenn eru rættuliga samdir um at fara ígongd við Sandoyartunnilin og baði andstøða og samgonga standa saman um semjuna sum er gjørd í Vinnunevndini

Vinnunevndin staðfestir ikki linjuføringina men mælir til at um farið verður undir Heystoynna – so skal oyggin knítast upp í.

Kari P. Højgaard, vísti á at Sjálvstýrisflokkurin ongan mann hevði í VInnunevndini men hann vildi gjarna finna ein loysn.
– Hetta er størsta verkætlan í Føroya søgu – og við at byrjað at borða til Sandoyar er samstundis sett á suðuroyartunnilin.

Brot úr tilmælinum

Verkætlanin fevnir um ein 10,5 km langan undirsjóvartunnil undir Skopunarfirði og um tilkoyringarvegir til tunnilin, við íbinding í verandi landsveganet. Streymoyarmegin kemur tunnilin upp við Gomlu Rætt, og Sandoyarmegin kemur tunnilin upp í Traðardali, uml. 500 m frá verandi landsvegi.

Tunnilin verður fyri mesta partin tvíbreytaður, men Streymoyarmegin verður hann tríbreytaður á einum uml. 2 km longum strekki. Orsøkin til hetta er, at hallið Streymoyarmegin verður 65 ‰, sum er meira enn tað, sum verður tilrátt í tunnilsnormunum fyri tvíbreytaðar tunlar, og tí verður neyðugt við trimum breytum. Jarðfrøðiligu viðurskiftini at gera tunnilin verða mett at verða vánaligari longur suður um Kirkjubø farið verður. Tí verður farið út undir fjørðin longu við Kirkjubøhólm, og gevur hetta eitt størri hall Streymoyarmegin.

Sandoyarmegin verður hallið uml. 49 ‰, og tí ber til at hava ein tvíbreytaðan tunnil har.

Har tunnilin er tvíbreytaður, verður talan um ein sonevndan T 9,5 tunnil, og har tunnilin er tríbreytaður, verður talan um ein T 11,5 tunnil.

Tilkoyringarvegurin verður uml. 200 m langur Streymoyarmegin og uml. 500 m langur Sandoyarmegin.

Frávik kunnu verða gjørd frá tí, sum her er lýst, um tað vísir seg at vera neyðugt ella skilagott.

Harleywoodpaint