(Dystarfrásøgn) Talan var um ein javnan og spennandi dyst í Fløtugerði íkvøld, sum endaði við 2-2 javnleiki.
Lagt var upp til spennandi dyst í Fuglafirði í kvøld íkappingini um 2. plássið í Effodeildini. Væl at merkja um ein vinnari fekst. HjáEB/Streymi var Levi Hanssen, sum afturvísti sín týdning fyri liðið, komin heim í dag og loysti hann Niels Paula B.Danielsen av í 4-3-3 uppstillingini hjá føroyameistarunum, har Levi spældi útií høgru síðu. Hjá ÍF fór Bartal Eliasen aftur í miðverjuna, meðan Bogi R. Petersenspældi aftanfyri Clayton Soares frá byrjan. Øssur Dalbúð byrjaði úti í vinstru.
Frísparks perla frá Hans Paula
ÍF byrjaði betri og royndi – við Høgna Madsen sum skipara avtrýst spælinum – at trýsta høgt uppi. Teir komu eisini til onkrar góðar støður,men serliga Øssur Dalbúð fekk lítið burturúr, tá hesir møguleikarnir komu. Menkanska eitt sindur ímóti spælibýtinum komu føroyameistararnir á odda. EB/Streymurkom á odda í 30. minutti. Frálíkt álop, sum Levi Hanssen átti størsta leiklutiní, endaði við, at Leif Niclassen bleiv feldur beint uttanfyribrotsteigarmarkið. Hans Pauli Samuelsen lyfti bóltin flott uppum múrin til 1-0,ið var hálvleiksstøðan, hóast mál møguleikar vóru til fleiri mál.
ÍF kom aftur
Í seinna hálvleiki byrjaði ÍF eins og í fyrra hálvleiki viðat leggja høgt trýst á. Tað gav úrslit eftir 5 minuttum. Ari Ellingsgaard legðiinn, Øssur Dalbúð skallaði á yvirleggjaran, men Clayton Soares fylgdi upp og sovar javnleikur. Javnleikurin helt sær til 71. minutt. Hans Pauli Samuelsen fekkenn einaferð møguleikan við frísparki. Hesaferð langt úti og nakað úti ívinstru. Men hann smekkaði til og fekk bóltin at “knekka” beint áðrenn JákupMikkelsen skuldi bjargað. Hetta gjørdi, at Jákup einans fekk hálvbjargað og sovar lætt hjá Niels Paula B. Danielsen at skora í tóma málið. Frálíkur frísparksteknikkur frá Hans Paula! ÍF gjørdi beinanvegin eina taktiska broyting eftir2-1 málið og setti Bartal Eliasen fram í álopið. Hetta sá út til at órógvaEB/Streyma verjuna og ÍF kom til fleiri stórar møguleikar, meðan EB/Streymurheldur ikki vóru vandaleysir. Tá so 82 minuttir vóru leiktir javnaði ÍF, táBartal Eliasen skallaði hornasparks innlegg frá Høgna Madsen í málið. 2-2gjørdist endaliga úrslitið.
Jøvn lið
Dysturin í kvøld prógvaði enn einaferð, at liðini aftanfyriHB og frammanfyri AB eru ógvuliga jøvn. ÍF liðið hevur – nærum síðani teirravenjari í samrøðu við fjølmiðlarnar eftir Víkinga dystin segði, at leikararnirikki vóru í nóg góðari venjing – fingið sum vørumerki at komið aftur í dystum,har teir hava verið aftanfyri við einum, tveimum og enntá tvær ferðir trimummálum. Álopspælið skapar nógvar stórar møguleikar hvønn dyst og sterka síðan erheilt klárt, at teir hava sterkar leikarar, tá innlegg, fríspark og hornaspørkkom innfyri. Hetta hevur verið uppskriftin til stóran part av málunum og afturí kvøld komu málini eftir innlegg, har serliga Øssur og Clayton eru óførir atvinna nærdystirnar umframt Bartal, tá hann er frammi við.
Hjá EB/Streymi sæst eisini væl, at liðið hevur ment seg síðanikappingarbyrjan, hóast teir neyvan raktu sín besta dag hendan dystin. Í fyrrahálvleiki lógu teir nakað aftarlaga, har serliga bakkarnir Gert Hansen og RógviE. Nielsen vóru sera varnir við at koma fram við, tá liðið hevði bóltin.Útiliðið vágaði ikki eins nógv í at vinna dystin móti endanum. Men tað vórueisini fleiri glottar at síggja hjá føroyameistarunum. Serliga beit ein merki íArnar Dam á verjukenda miðvøllinum, har hann ikki hevur spælt stórvegisundanfarnu ár í bestu deildini. Hann spældi ein fínan dyst. Stríddist og vanneina rúgvu av bóltun og spældi teir væl frá sær. Og so mugu fríspørkini hjáHans Paula Samuelsen eisini takast burturúr, tí slík gera fáir honum eftir íføroysku kappingini. Tey bjargaðu liðinum 2 mál og eitt stig í kvøld í einumjøvnum dysti, har ÍF kanska samanlagt hevði ein lítlan mun í spæli og stórummøguleikum.
Í morgin hevur Norðlýsið sjónbanda upptøkur við øllumhæddarpunktunum frá málríka dystinum.
Mynd: Álvur Haraldsen




