Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Café-fundur í Spaniastovu mikukvøldið 24. juni

Norðlýsið

Demokratia skipar fyri café-fundi í Spaniastovu í Klaksvík mikukvøldið 24. juni kl. 19.30-21.30.

Skrá:

Eydna Skaale, retorikari, heldur fyrilestur við heitinum “At tora at traðka fram”.

Steðgur – søtt ábit og tónleikur.

Kjakpanel við kvinnuligum politikarum.

At tora at stíga fram og siga sína hugsan og sannføra onnur er altumráðandi í dagsins samfelag, ið krevur alsamt meira støðutakan av einstaklinginum og felagsskapinum. Jú fleiri, ið eru við at vísa á loysnirnar, jú betri verður grundarlagið fyri avgerðunum.

Kvinnur og menn eru borgarar í samfelagnum og verða øll rakt av teimum avgerðum, ið verða tiknar. Tískil er tað ein sjálvfylgja, at bæði kvinnur og menn eru við til at mynda samfelagið.

Harleyfacadeacryl