Lýsing
Lýsing

Tøkk - Christina Joensen

hós. 19. jul. - hós. 16. aug.

Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara høgt elskaða kona, mamma, vermóðir og omma so brádliga varð kallað heim til Harran.

Christina Ólavsdóttir Joensen

f.05.05.51    d.11.03.18

Tøkk til Magna Jacobsen fyri troystar orđ úti á kapellinum, tøkk til Steinbjørn Jacobsen og Jógvan við Keldu fyri orgulspæl, tøkk til Rógva Joensen og Poul Færø fyri góđ og uppbyggjandi orđ í Betesda, tøkk til Hanus á Gørđum fyri, at hann tók sær so væl av børnunum, tøkk til Óla Poulsen fyri sang og orđ úti í grøv, tøkk til berarar og gravara, tøkk øll tit, sum hjálpti til við ervinum, tøkk øll hjálparfólk í Betesda, tøkk til kvartettina í Betesda og Hans Andrias fyri góđan sang, tøkk til hennara yndis sangara Svein í Prestgarđi fyri, at hann kom allan tann langa vegin úr Suđri til at vera saman viđ okkum til hennara jarðarferð.

Tøkk øll tit, sum hjálptu til í okkara heimi, tøkk, at tit hava boriđ okkum gjøgnum hesa tungu tíð. Tøkk fyri allar bønir, kærkeika, nærveru og umsorgan.

Tøkk øll tit úti á Klaksvíkar sjúkrahúsiđ, portørar, sum av øllum alvi royndu at gera sítt í einari ómøguligari uppgávu, nú tá iđ Harrin hevđi kallađ hana heim.

Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á foldum.

 

Vegnað familjuna

Poul Jóhan, Kristian og Karstin

 

Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald