Lýsing
Lýsing
Takk fyri eina frálíka røðu! | Mynd: Dávur Winther

Frálík flaggdagsrøða

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  25.04.2024 - 16:46 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Myndarøð Tíðindi

Ragnhild Ellingsgaard helt eina frálíka røðu - Sjálvandi um flaggið og flaggsøguna, men eisini um samanhald og tað samfelag, vit eru sprottin úr.

Tó at verðrið ikki var av tí besta, so møtti væl av fólki upp til flaggdagshaldið í Vágstúni í dag við skótum og Klaksvíkar Hornorkestir á odda.

At vit leggja okkurt gott eftir okkum, er umráðandi, mælti ein skilagóð Ragnhild.

Takk fyri eina frálíka røðu!

LES RØÐUNA NIÐANFYRI.

Flaggdagsrøða, 25. Apríl 2024

Góða samkoma, góðu norðingar, góðu føroyingar

Saman at standa var ei okkum givið.

Soleiðis skrivaði mæta skaldið Hans Andrias Djurhuus um okkum føroyingar á sinni. Og
hóast kanska er eitt sindur næsadjarvt, so fari eg í hesi røðu míni at royna at mótprógva
hesum uppáhaldinum.

Somu orð verða ofta havd á lofti, tá eitthvørt er á vási og fólk hava hug at fara í hvør sína
ætt. Eg kann bara nevna gongd í haga, náttúrutilfeingi, fiskiloyvi og almenn listarverk, so vita flest okkara, at tað í Føroyum kunnu teljast eins nógvar meiningar millum fólkið,
sum vit kunnu telja seyðir í haganum.

Men tó; at standa saman duga vit eisini. Og venda vit aftur til orðini hjá Hans Andrias, so
finst valla nakað annað, sum kann savna okkum saman sum Merkið, tá tað verður
vundið á húnarhátt.

So ymisk, sum vit eru og so ósamd, sum vit kunnu vera, so er Merkið ímyndin av øllum tí,
sum savnar okkum og gevur eina kenslu av, at her í Føroyum - her hoyra vit heima. Tað er eisni, tá vit savnast um tjóðarflagg okkara, at minni vekjast um føroysku søguna og
samleika okkara – um fólkið og stríðið fyri at byggja tjóð á veðurbardu og fjarskotnu
oyggjunum langt úti í Atlanshavinum.

Somu kensluna fáa vit, tá smærri ella størri bólkar finna saman. Hetta síggja vit til dømis við at hyggja at búnanum hjá skótunum, sum eru her í dag. Og hjá hornorkestrinum. Felags búmerki vísir, at vit hoyra saman. At vit hava nakað til felags.

Og hvør minnist ikki góðu løturnar í fjør, tá allir føroyingar fóru at halda við KÍ og blátt gjørdist tjóðarliturin. Tá vóru vit øll klaksvíkingar við stórum K!

Og um tað so er Merkið ella búmerki hjá KÍ, sum litar kjálkar og pannur, so er kenslan
nakað heilt serstakt. Og henni skulu vit halda fast við, eisini tá tað ikki gongur eftir vild.

Hjá ítróttarliðum liggur nógv málrættað venjing framman málstrikuna saman við einum
stálsettum vilja um at røkka tí, tú hevur sett tær fyri. Hjá skótunum krevur livandi felagsskapurin góð og áhaldandi fólk, sum halda glóðini livandi. Eisini, tá tíðin ella
umstøður annars leggja okkum fótonglar á leiðini. Tað er tá, at vit bretta upp ermar og finna inn til kjarnuna, sum heldur felagsskapinum livandi.

Somuleiðis er við søguni hjá Merkinum. Stríðið um at fáa Merkið viðurkent sum tjóðarflagg vann heldur ikki á mál av sær sjálvum.

Tann søgan snýr seg í stuttum um tríggjar ungar studentar í útlegd, um danska amtmannin í Føroyum, um djarvar reiðarar og um seinna heimsbardaga.

Í bókini Søgur um fløgg, sum Beinta E. Danielsen hevur skrivað og Bókadeild Føroya
Lærarafelags saman við Námi givið út, kunnu vit á ein lættan og undirhaldandi hátt lesa
um teir tríggjar vinmennirnar, Jens Olivur Lisberg, Janus Øssurson og Thomas Paula
Dam, sum gingu á studentaskúla í Keypmannahavn.

Tað, sum eg her fari at siga frá, er leystliga endurgivið úr somu bók:

“Árið er 1919 og ikki er lætt at ferðast millum Føroyar og Danmark. Studentunum
longdist illa eftir Føroyum, men í Keypmannahavn sóu teir íslendsku vinir teirra flagga við islendska flagginum, sum var blivið góðkent fýra ár frammanundan. Ungu mennirnir sóu, hvussu ernir íslendarar vóru av sínum flaggi og vóru teir harmir um, at teir ikki
høvdu nakað føroyskt flagg. Eitt felags flagg, sum kundu vísa, at teir vóru føroyingar.

Teir settu sær tí fyri at gera eitt nýtt flagg, sum kundi savna føroysku tjóðina. Uppskotini
vóru fleiri, men best dámdu ungu monnunum uppskotið hjá Jens Olivur við hvíta dúkinum við bláum krossi og einum smølum reyðum krossi inni í bláa krossinum.

Teir fingu Ninnu Jacobsen, sum eisini búði í Keypmannahavn, at seyma eitt lítið borðflagg fyri at síggja, hvussu riggaði. Og so mikið væl dámdu teimum, at skjótt varð bílagt eitt nýtt flagg i stórari stødd.

Hetta flaggið var fyrstu ferð hongt út úr kamarsvindeyganum hjá Emili Joensen i
skúlaheiminum á Garði, eisini nevnt Regensen, í Keypmannahavn.

Stutt eftir fer Jens Olivur heim til Føroya í summarfrí og hevur hann flaggið við í
kuffertinum. Tann 22. Juni 1919 veittraði nýggja flaggið uttan fyri húsini hjá familjuni í
Fámjin.

Hetta sama árið yrkir Hans Andrias Djurhuus, sum eg nevndi í byrjanini, yrkingina "Kvæðið til Merkið". Eisini kendur sum Sjá, tú blánar, sum vit enn syngja í dag.

Nýggja flaggið, rópt “studentaflaggið”, fekk so líðandi undirtøku í Føroyum og føroyingar
byrjaðu spakuliga at brúka flaggið. Men sambært danskari lóggávu frá 1834 var í
Føroyum ikki loyvt at flagga við øðrum flaggi enn danska Dannebrog. Amtmaðurin legði
ikki tað stóra í, um føroyingar brúktu studentaflaggið heima hjá sær sjálvum - men hann skoytti ikki um, at skip og bátar brúktu flaggið, tá teir sigldu.

Flestu søgur hava tó eitt ella fleiri uppreistrarfólk í søgugongdini. Tíbetur, kann ein freistast til at siga, tí uttan smærri ella størri uppreistrar hevði søgan helst oftani staðið í stað.

Og soleiðis er eisini í hesi søguni. Í 1923 vildi reiðarin Óla Jákup í Skálum ikki longur
góðtaka, at skip og bátar hansara noyddust at flagga við donskum flaggi. Sama árið keypir hann eina slupp í Noregi og á siglingarferðini heim flaggar nýggja sluppin við studentaflagginum.

Amtmanninum dámdi einki, so Óla Jákup fær eina bót á 20 krónur. Men lítið leggur Óla
Jákup í, tí hann heldur á við at flagga við studentaflagginum og er sostatt tann fyrsti
reiðarin, sum tordi at ganga beinleiðis ímóti amtmanninum.

Skjótt gera aðrir tað sama og allir fáa bøtur. Ikki fyrr enn níggju ár seinni sær amtmaðurin, at tað ikki nyttar at handa fleiri bøtur. Flaggið verður framhaldandi brúkt, óansæð mongdina av bótum.

Men hóast mongdin av bótum hvarv, so var enn ólóglið at brúka studentaflaggið.

Spola vit eitt sindur fram, so brestur seinni heimsbardagi á, Týskland hertekur Danmark
og Bretland hertekur Føroyar. Tá spyrja sjómenn bretar, um teir kunnu fáa loyvi at sigla
við studentaflagginum og harvið ikki verða mistiknir fyri at verða hvørki danir ella bretar.

Hetta hildu bretar vera eitt gott hugskot og biðja teir føroyingar um bæði at vinda flaggið
á stong – og eisini at mála flaggið á síðurnar á bátunum, so teir kundu kenna seg enn tryggari á sjónum.

Og soleiðis gekk tað til, at tann 25. apríl í 1940 fingu bátar og skip endiliga loyvi frá bretum til at flagga við studentaflagginum.

Sama kvøld savnaðust fólk í Havn. Tey vóru glað, tí nú var flaggið alment góðkent. Alla
náttina var skúðgonga og føroyskur dansur – og hesa náttina samdist fólkið um, at
flaggið ikki longur skuldi kallast “studentaflaggið” - ístaðin fingu vit føroyingar “Merkið”.

Søgan um Merkið er kveikjandi. Hon vísir, at hóast hugskotið er gott, so kann tað taka
tíð, áðrenn hugskot verða veruleiki. Júst sum við fótbólts- og hondbóltsbrøgdunum, sum
vit hava sæð seinastu tíðina. Viðhvørt er neyðugt at stríða harða stríðið, áðrenn komið
verður á mál.

Tað vóru ikki øll, sum vildu hava eitt føroyskt flagg. Men í dag finst neyvan nakað, sum á
slíkan hátt sum Merkið kann savna okkum. Kann fáa okkum at kenna okkum heima.

Søgan um Merkið sigur nakað um týdningin av at standa saman. Hon sigur okkum eisini
týdningin av - viðhvørt - at verða eitt sindur uppreistrarsinnaði.

Og er tað nakað, sum í mínum hugaheimi, sigur nakað um norðingar, so eru tað júst hesi
bæði hugtøkini: Felagsskapur og uppreistrarhugi.

Tí vit eru tvør. Vit finna okkum ikki í hvørjum sum helst. Vit vilja ganga nýggjar leiðir - ja,
helst ganga fremst. Og so duga vit at standa saman!

Hetta eru dygdir, sum hava alstóran týdning. Kanska eru vit viðhvørt ósamd og orðadrátturin kann gerast rættiliga harður. Men eitt hevur søgan lært okkum: Vit hava fyrr megnað at staðið saman um tað, sum hevur týdning. Tað, sum hevur týdning fyri okkum sum tjóð og týdning fyri okkum sum fólk. Ikki minst her í Norðoyggjum!

Saman standa vit altið sterkast!

Í dag verður tosað nógv um altjóðagerð. Nýggjasta tøknin ger, at heimurin verður minni
og minni og ongantíð hevur verið so lætt at samskifta við fólk kring allan knøttin sum
beint nú. Hetta er ein onnur støða enn hon, sum ungu studentarnir vóru í í 1919 í
Keypmannahavn.

Men hóast tøknin er góð, so hevur hon eisini avbjóðingar við sær. Tí um enn heimurin
verður minni og minni, so tykist menniskjaliga frástøðan okkara millum viðhvørt at gerast størri og størri. Vit fáa allan heimin inn í stovu okkara – ja, enntá við í song og fyrstu tíðindini, vit fáa um morgunin, eru ofta ófrættakend tíðindi um kríggj og hóttanir av ymsum slag, sum vit kunu kenna okkum at hava lítla og onga ávirkan á. Tað er ikki løgið, at fólk fara at stúra um framtíðina, soleiðis sum heimurin sær út í løtuni. Og kanska er tað so, at vit ikki fáa gjørt so nógv við aktuellu støðuna; eingin kann gera alt – men tó so, vit kunnu øll gera okkurt.

Tað fyrsta má verða, at vit við nærveru og umsorgan eru um okkara børn og ungu, soleiðis at vit við okkara stúranum ikki taka vónina um eina bjarta framtíð frá teimum.

Ein onnur av óhepnum fylgjunum við alheimsgerðini er, at føroyska málið stundum kann tykjast at verða í rættiligum vandasjógvi.

Tíverri síggja vit oftari og oftari, at børn og ung
skifta yvir til enskt mál, tá hetta kann gera samskifti bæði lættar og smidligari.

Hetta er ein risastór avbjóðing, tá føroyska málið er ein av grundarsteinunum undir
føroyska samleikanum.

Eitt søguleyst fólk er eitt fátækt fólk. Okkara søga er ung og føroyska málið enn yngri. Lat
okkum saman í hvørjum smáluti gerast tilvitaði um, at børnini og tey ungu eru okkara framtíð. Latið tey kenna føroysku søguna, føroyska málið og føroyska samleikan, soleiðis at tey eisini – eins og tey, ið undan okkum fóru, verða treyst og (viðhvørt!) eisini uppreistrarsinnaði. Soleiðis byggja vit land - øllum føroyingum at frama.

Og viðvíkjandi menniskjaligu frástøðuni, sum tykist at gerast størri og størri so hvørt, sum heimurin verður minni og minni – so lat okkum saman leiða børnini inn í tann góða felagsskapin, sum byggir á fólkaræði og grundleggjandi mannarættindi.

Ein felagsskap, har vakrir dreymar og sterkur vilji skapa eitt gott samfelag og eina bjarta
framtíð, har pláss og rúm er fyri øllum.

Í dag standa vit her saman við skótunum. Og sum gamal skóti kann eg við vissu siga, at
hugburðurin hjá skótunum til øll lívsins viðurskifti er sterk súla at leggja undir ein
sterkan samleika. Hjá skótunum ert tú í einum felagsskapi, sum í øllum lutum er størri enn tú sjálv ella sjálvur. Hetta gevur treystleika og lærir teg at síggja virði í tí, sum tær er givið - og ikki minst: At berjast fyri tí, sum kennist rætt!

Tí kennist tað eisini heilt natúrligt fyri meg at enda hesa røðuna við eini heilsan, sum Lord Baden Powell, stovnari av skótarørsluni, skrivar í seinastu heilsan síni til skótar
kring allan heimin:

“Ansur fyri náttúruni fer at vísa tykkum, hvussu Gud hevur fylt jørðina við undranarverdum lutum, sum tit kunnu njóta. Verið glað fyri tað, tit hava og roynið at fáa sum mest burtur úr tí. Hyggið ljóst upp á lívið og ikki myrkt.

Rætti vegurin til eydnu er at gera onnur menniskju eydnurík. Gerið tykkara til, at heimurin er eitt sindur betri, tá tit fara úr honum, enn tá tit komu í hann. Tá ið tykkara tíð kemur, so kunnu tit doyggja eydnurík við vissuni um, at tit í øllum førum ikki hava oyðslað tíðina burtur, men gjørt tykkara besta..”

Við Merkinum fylgir eisini ábyrgd. Ábyrgd fyri ungum sum eldri, fyri veikum sum sterkum.
Latið okkum ikki oyðsla tiðina, men framhaldandi gera okkara besta fyri at byggja víðari á tað, sum saman ger okkum sterk.

Latið okkum minnast til ungu studentarnir í Keypmannahavn, til uppreistrarsinnaðu
reiðararnar, til allar kempurnar, sum hava gingið á odda í føroyska málstríðnum og øll
tey, sum á ein ella annan hátt hava verið við til at leggja lunnar undir føroyska samleikanum og harvið til at byggja tjóð.

Her í Føroyum - undir Merkinum saman við tykkum - her kenni eg meg heima!

Takk fyri!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…