Kunningartiltak um MR-skannaran
Peter Moos, verkætlanarleiðari hjá Siemens vísti á, at hetta er tann besti skannaran, ið Siemens kann bjóða og er tann sami sum Ríkissjúkrahúsið hevur. Hetta fer at lata upp fyri møguleikum, ið vit áður ikki hava kunnað bjóðað í Føroyum.
Spennandi er at hava fingið eitt so serstakt tól inn á sjúkrahúsið! Sjálvandi eru fólk forvitin og vilja vita meira og síggja skannaran. Tá er skjótt til, at spent starvsfólk ganga og mala um hurðarnar til MR-rúmið og kanska forstýra arbeiðið, sjálvandi ikki tilætlað.
Tí skipaði leiðslan fyri einum stuttum kunningartiltaki, har starvsfólk kundu fáa meira at vita og eisini sleppa at síggja úrslitið av øllum lamiterilsinum, sum hevur verið í fleiri mánaðar.
Peter Moos, verkætlanarleiðari hjá Siemens, greiddi frá tilgongdini – tíðarætlanini fyri tað fyrireikandi arbeiðið, umbygging og nú tær teknisku installeringarnar. Hann helt fyri, at arbeiðið hevði gingið sera væl og at tað hevði verið lætt at samstarva við Landsverk, veitarar og starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum. Hann fortaldi eisini um kompleksitetin í mun til at byggja eina MR-kabinu og hvørji atlit eru tikin í mun til MR-trygd.
Hann vísti á, at hetta er tann besti skannaran, ið Siemens kann bjóða og er tann sami sum Ríkissjúkrahúsið hevur. Hetta fer at lata upp fyri møguleikum, ið vit áður ikki hava kunnað bjóðað í Føroyum.
Eftir framløguna vóru starvsfólk víst inn í MR-kabinuna, har tey fingu høvi at síggja - og spyrja um - skannaran.