Lýsing
Lýsing
Lýsing

Petur Larsen yvirskot í 2023

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.05.2024 - 17:26 Tíðindaskriv Vinna

Ársroknskapurin hjá Peturi Larsen fyri 2023 vísir ein positivan vøkstur, sum nevnd og leiðsla eru nøgd við. Ársúrslitið vísir eitt yvirskot á 823.000 kr aftan á skatt og eina positiva eginogn, sum er ein týðilig betran av úrslitinum í 2022.

 

”Vit eru sera væl nøgd við úrslitið fyri 2023. Úrslitið vísir, at vit kunnu laga okkum eftir umstøðunum og seta í verk neyðugar broytingar fyri at tryggja eina støðuga og positiva menning av felagnum.” Hetta sigur Hjalmar Petersen, nevndarformaður.

Broytingarnar, sum vórðu gjørdar í 2023, fyri at venda negativu gongdini hava havt avgerandi ávírkan á rakstur felagsins. Frá einum undirskoti á 9,5 mió krónur í 2022 er tað eydnast at koma út við einum yvirskoti í 2023. Úrslitið prógvar, at sparingarnar, sum vórðu framdar í bæði rakstrar- og lønarútreiðslunum saman við øktum fokusi á sølu av kjarnuvørum felagsins, sum eru tímar, eykalutir og maskinur, hava riggað.

 

Framtíðarvøkstur og full bíleggingarbók

Seinastu mánaðirnar er virksemið felagsins økt nógv, og bíleggingarbókin er um at verða full til tað, sum eftir er av árinum. Stóri eftirspurningurin eftir tænastunum hjá Peturi Larsen, bæði her heima og í útlandinum, saman við menningarverkætlanum, sum eru í gongd, eru við til at tryggja vøkstur og framgongd felagsins.

 

Nýggjur íleggjari

Í januar eydnaðist at fáa íleggjarar í móðurfelagið. Norðoya Íløgufelag setti pening í móðurfelagið. “Vit er fegin um áhugan frá íleggjarum at gera íløgur í felagið. Hetta er týðiligt tekin um álit á okkara starvsfólk, ætlanir og framtíðar vakstrar- og menningarmøguleikar,» leggur nevndarformaðurin afturat.

Umframt Hjalmar Petersen nevndarformann, sita Ben Arabo, Andras Róin, Jens Poulsen, Atli Larsen og Rógvi Róin í nevndini hjá Petur Larsen.

Eigarar í Petur Larsen eru RR Holding, AL Holding og Framtak.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…
Líðin og Leiti hagafund
Vágamenn økja
Framsýning, mótashow & Kafé í Rótini
Byggingin uppá 13 randar­hús byrjað
Tilboð uppá 100 búeindir komið inn Uppi…
Strammari útlendinga­lóg
Vitan um Føroyabanka løgd fram
Yvirlýsing: Minnilutin ræður?
Frederik Vad og Bjørn Brandenborg: – Vit…
Búfelagskapu­rin á Toftum tikin í nýtslu
Flytførar og vaksnar laksalýs smitta ikk…