Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Fíggjarmálaráðið keypir KT-skipan fyri 150 milliónir uttan útboð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.05.2024 - 11:12 Politikkur Tíðindi Vinna

Hóast Fíggjarmálaráðið sjálvt hevur ásett, at aðrir almennir stovnar skulu bjóða keyp av vørum og tænastum út, um keypið er størri enn 500.000 krónur, so fylgja tey í Fíggjarmálaráðnum sjálvum ikki hesi áseting. Í umbúna er nevniliga at keypa KT-skipan, og biðið er um at heimila at brúka 150 milliónir til hana. Men í staðin fyri at halda egna áseting um útboð, eru 2 veitarar valdir út frammanundan.

 

 

Ein av hoyringarpørtunum, sum harmast, er Sp/F Klintra. Í hoyringarsvari skriva tey m.a., at ”Verandi útboð, har 2 veitarar – Elektron og Formula frammanundan eru valdir til hvør sín part – leggur als ikki upp til javnbjóðis kapping og er tað sera harmuligt. Vanliga verður hildið, at kapping brýnir fyritøkur til at veita tænastur fyri kappingarføran prís. Við at lata eina ovurhondsstóra upphædd út til tvær fyritøkur, uttan at nøkur verulig kapping hevur verið, er í sjálvum sær skeivt og tað avlagar kt-vinnuna.” Klintra mælir til, at verkætlanin heldur verður boðin út í smáum.

Hóast Fíggjarmálaráðið hervið ikki yvirheldur sítt egna rundskriv, so tekur meirilutin í Fíggjarnevndini í Løgtinginum kortini undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at góðtaka tað. Meirilutin er Eyðgunn Samuelsen, Bjarni Hammer, Eirikur í Jákupsstovu og Hanna Jensen.

Minnilutin, ið er Beinir Johannesen, Magnus Rasmussen og Steffan Klein Poulsen, mæla frá at samtykkja tað, og halda eisini, at arbeiðið átti at verið boðið út í smærri tyssum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk