Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  08.05.2026 - 20:00 Ítrottur Tíðindi

Hetta segði ein fegin Dávid B. Andreasen um B36-áskoðarnar aftaná 2-0 sigurin á NSÍ, sum helst eisini er eitt prik til okkum klaksvíkingar og KÍ-fjepparar.

Leygardagin skal KÍ vitja B36 í Gundadali, har teir klokkan 17 skulu spæla ein sera týðandi dyst í FM stríðnum.

Vinnur KÍ, so kunnu vit enda á fyrsta- ella øðrum plássi. Tapa vit, so enda vit 5 stig aftanfyri B36 og til toppin.

Ein ósigur gevur eisini NSÍ møguleikan at renna undan okkum á toppinum, og tað gevur HB og AB møguleikan at fanga okkum aftur.

Hetta er tískil ein dystur, sum avger, um vit fyribils kempa um FM, ella um vit kempa um eitt evropeiskt pláss til komandi ár.

 

Verjan er stinn men álopið haltar

Fýra mál eru farin ígjøgnum hjá KÍ higartil í landskappingini.

Tvey av málunum eru komin ímóti ávikavíst 07 Vestur og B68, har KÍ var frammanfyri 5-0. Eitt var eitt flott frísparksmál av Peturi Knudsen hjá NSÍ, meðan tað, sum smakkar ringast hjá okkum KÍ fjepparum, er málið hjá AB í 1-1 dystinum á Argjum.

KÍ hevur eisini hildið málið reint í fýra av átta dystum, og higartil kemur í mesta lagi bara eitt mál inn per dyst.

Trupulleikin er álopið, har vit higartil bara hava megnað at skora meira enn eitt mál í trimum dystum. Í fjør var tað bara fýra dystir, har KÍ skoraði minni enn tvey mál, og heili 17 dystir, har KÍ skoraði trý mál ella fleiri.

Sum Jákup Ósa nevnir í bolt.fo, so er tað serliga deyðbóltsstøðurnar, ið eru farnar at halta. KÍ hevur bert skorað tvey mál uppá horna, har deyðbóltsstøður plaga at vera ein av okkara styrkjum.

Hvør orsøkin til hetta man vera er ilt at siga og er óivað ein kombination av fleiri tingum. Vit hava tó fyrr í ár sæð, at álopið kann rigga. Stórsigrarnir ímóti 07 Vestur og B68, og 2-0 avhølvingin á HB vísa, at hetta KÍ liðið kann enn spæla, sum vit kenna teir. Í øllum javnleikunum higartil í ár hevur KÍ hóast alt havt ein til tveir 100% møguleikar, sum tíverri ikki hava givið mál, so óhepni spælir eisini ein leiklut í hesum, og leygardagin vóna vit, at eydnan byrjar at venda til okkara fyrimun.

 

Tólvti maðurin og Bláa Bylgjan hava ein umráðandi leiklut

Eitt, sum eyðkennir KÍ, er fjepparin uttanfyri vøllin. Vit leggja nógv í okkara lið, og tað er ofta ein væl størri mongd av fólki til dystirnar, bæði úti og heima. Tað merkist um alla Klaksvíkina, um tað gongur væl ella illa.

Spælarin og fjepparin eru tveir partar, sum treyta og ávirka nógv hvønn annan í KÍ, og vit hava eisini fleiri ferðir hoyrt frá spælarum, hvussu stóran mun uppbakningurin frá fjepparanum ger.

Leygardagin klokkan 17 verður enn einaferð brúk fyri tí tólvta manninum í Gundadali. Serliga nú gongdin hevur verið eitt sindur trilvandi. Latið okkum møta mannsterk upp til dystin, og vísa, at KÍ-fjepparar eru Føroya bestu áskoðarar!

 

Koyr á KÍ!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Lýsing