Niklas á Trappuni
Niklas Haraldsen (1845-82), Niklas á Trappuni úr Havn, stendur annar frá vinstru. Hann fór ungur út at sigla og kom víða um
Í 1868 skrivaði hann einum vinmanni í Føroyum bræv. Hann sigldi tá við skonnartini Caprice hjá einum felagi í Norðuroyggjum. Ein farmaferðin lá inn á Miðjarðarhavið og haðani upp í Svartahav, onnur til Azorurnar og triðja til Nýfundlands. Niklas segði seg læra siglingarlæruna umborð.
Skipari á Caprice var Johannes Joensen, Jóhannes av Nesi (Trøllanesi). John Johnson, sum hann eisini skrivaðist, átti seinni skonnartina sjálvur. Hann fór blaðungur út at sigla, tók stýrimansprógv uttanlands og búsettist í Leith í Skotlandi.
Í 1870 skrivaði Niklas aftur vinmanninum bræv. Nú var hann umborð á donsku barkini Virginiu og hevði ætlanir um at fara á stýrimansskúla.
Heimafturkomin til Føroya stýrimanslærdur er tað, at Niklas, brøður hansara og Dia á Vertshúsinum í 1872 fara til Bretlands at keypa skip og koma aftur við langbummaranum Fox, 38 tons, sum Niklas fer at føra.
Eftir ólavsøku sama árið verður farið til Íslands at fiska. Um miðjan oktober eru teir aftur við fullum skipi, og tá ið sølan eisini hepnaðist væl, var loksins grundarlag lagt fyri føroyskum skipsfiskiskapi.
At Niklas á Trappuni móti ársenda í 1878 kom á Havnina úr Bretlandi við stórari og góðari slupp (Sprite), sum hann einsamallur hevði keypt, ber boð um, at væl hevði vignast hesi árini, hann førdi Fox til fiskiskap.
Fiskieydnan var framvegis við Niklasi, men verri var við heilsuni. Í 1882 doyði hann umborð í Íslandi og liggur grivin í kirkjugarðinum á Dýrafirði.
Seinni verða nøkur orð søgd um íslendingin, sum førdi Sprite til Føroya, nú skiparin var deyður. Hann búði eitt skifti í Bauers húsum við Rættará í Havn og lærdi ungar menn at sigla.