Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

ItaloBrothers á Summar Festivalin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.05.2026 - 18:40 Tíðindi

Elektroniski poppbólkurin við teimum stóru hittunum spælir á Vágsbø í august

 

Í tvey áratíggju hevur týski bólkurin ItaloBrothers skapt og spælt elektroniskan popptónleik, sum er farin um allan heimin. Løgini seta seg føst eftir ongari tíð, og á palli seta teir gongd á stórar poppveitslur, har fjøldin ikki at kann lata vera við at liva við.

Alt byrjaði í einum kjallara í friðarliga týska býnum Nordhorn í 2005, har ungu menninir Kris, Zachi og Matze funnu saman at stutleika sær við at gera tónleik. Fýra ár seinni fingu teir eitt risahitt við sanginum "Stamp on the Ground", sum framvegis telist millum teir kendastu elektronisku poppsangirnar.

Eftir hetta lá vegurin opin frammanfyri teir, og ItaloBrothes hava síðani skrivað, skapt, endurskapt og útgivið tónleik, umframt at teir hava spælt live um allan heimin.

Á Spotify hava teir yvir eina milliard spælingar, og á YouTube eru teirra video spæld meira enn 200 milliónir ferðir.

Hittini eru mong. Alt byrjaði við "Stamp on the Ground", og síðani hava teir eisini gjørt sangir sum "My Life is a Party", "This is Nightlife", "Rave Machine", "Live 4 Ever", "Summer Air" og fleiri.

Teir spæla stimbrandi og skiftandi Eurodance tónleik, sum við nútímans útsetingum kann savna ættarlið á festivalum, og nú eru teir klárir at taka landsins størsta tónleikapall.

ItaloBrothers spæla á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar 6. til 8. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Lýsing