Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ulf Nordlund farin

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  09.05.2026 - 12:27 Mentan Tíðindi

Soleiðis stendur at lesa á FaceBook-vanganum hjá Ulf Nordlund

“Kæru vinir hjá Ulf!

Tað er við sárum hjarta, boðað verður frá, at Ulf bráðliga og óvæntað andaðist seinnapartin, hósdagin.

Ulf livdi fyri og við tónleikinum. Eri vísur í, at hann tekur tónleikin við sær, hvagar hann so flýgur”.

Ulf undirvísti í Tónlistaskúlanum í Klaksvík og var orkesturleiðari hjá Klaksvíkar Hornorkestri 2001 – 2003. Eisini undirvísti hann í Suðuroy eftir tíðina í Klaksvík.

Hansara ljóðføri var valdhorn. Hann skrivaði bøkur um tónleikaundirvísing fyri børnum og ungum, sum var hansara hjartamál.

Til eina serstaka venjingarlegu í Suðuroy, hevði Suðuroyar Concert Band konsert í Porkeris Skúla í 2005, áðrenn konsertferð til Hetlands. Tá hevði Ulf funnið uppá at nýta veðrahorn sum ljóðføri – Hetta helst eisini fyri at halda teimum ungu til.

Orkesterskolen skrivar um Ulf Nordlund:

Nordlund grundlegði “Musiktest-metoden” og var víðskygdur í tónleikanámsfrøði. Við áralongum royndum, vígd hann lív sítt til at hjálpa børnum og ungum við at varnast tónleikaligu gávur teirra.

Ulf hevur síðani 70-ini verið drívmegin í at fleiri stór Harmoni/Bigbands og hornorkestur hava sæð dagsins ljós. Hann hevur gjørt ein eyðsýndan mun í tónleikaumhvørvinum.

Hansara undirvísingarháttur hevur víst seg at vera einasti skjalprógvaði háttur at menna eitt skúlaorkestur uppá stutta tíð og fremja gleði við tónleikinum í øllum landinum”.

Sum aðrir tólneikaralærara í musikkskúlaskipanini, spældi Ulf eisini við í Føroya Symfoniorkestri.

Ulf var fyrikomandi, hugsaði annarleiðis og hevði nógv ymisk hugskot í tónleikaundirvísingini.

Ærað veri minnið um Ulf Nordlund.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Lýsing