Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í útnyrðingsrákinum er skýloftið ikki heilt tað sama kring landið. Gráast er ímóti ættini – t.e. norðast í Føroyum – og so er eitt sindur klárari allan vegin undan ættini. Tað sama er við ælaveðrinum. Flestu ælini eru norðanfyri, og so er turrari og turrari longur tú fert undan ættini. | Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.05.2026 - 09:44 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja av útnyrðingi ella norði alt vikuskiftið. Eitt lágtrýst er á Fugloyarbankanum, men tað fer í landsnyrðing, og sum tað fer longur og longur burtur, fer vindurin í Føroyum at minka úr hvøssum vindi í morgun niður í eitt lítil lot í kvøld.

Tað er eitt sindur kalt í dag. Lotið kemur av leiðini beint sunnan fyri Svalbard, men tað ornar tíbetur so mikið nógv, at vit eru nøkur stig oman fyri frostmarkið.

Men, men – tað er fitt av vindi í morgun. 8 til 13 m/s av útnyrðingi, í støðum upp í hvassan vind – t.e. 15 m/s. Norðanfyri er ælaveður grá loft, men fara vit eitt sindur suðureftir, eru glottar upp ímillum og longri millum ælini. Vindurin fer at minka allan dag, og tað fer at vera longri og longri millum ælini. Í kvøld er vindferðin komin niður í 3 til 8 m/s, í erva er smáskýggjað og yvirhøvur turt. 

Hitin í dag úr frostmarkinum upp í 5 stig.   

Í morgin fer at vera eitt lítið lot av útnyrðingi ella norði, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið fyrrapartin, men seinnapartin smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt.

Hitin í morgin 2 til 6 stig.

 

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið