Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkaflokkurin: Skattgjaldarin hevur uppiborið betri

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin  |  17.05.2024 - 17:55 Politikkur Tíðindaskriv

Uttan at bjóða verkætlanina um at gera KT-undirstøðukervið út alment, hevur Fíggjarmálaráðið ætlanir um at keypa hesa tænastu frá tveimum frammanundan útvaldum veitarum. Hendan kappingaravlagandi mannagongdin verður ikki bara góðtikin í Fíggjarmálaráðnum. Meirilutin í Fíggjarnevndini í Løgtinginum góðtekur eisini, at verkætlanin ikki verður boðin út alment. Ein óvirðilig mannagongd, sum kann kosta  skattgjaldarunum nógv meira enn neyðugt.

 

 

Tá tú keypir eina vøru ella tænastu, kannar tú sjálvsagt, hvør tænasta er best og bíligast. Hesa fatan sigst Fíggjarmálaráðið eisini at hava. Fíggjarmálaráðið hevur í øllum førum ásett, at almennir stovnar skulu bjóða keyp av vørum og tænastum út, um keypið er størri enn 500.000 krónur. Trupulleikin er bara, at tey í Fíggjarmálaráðnum ikki sjálvi halda hesa áseting.

Ætlanin hjá Fíggjarmálaráðnum er at keypa eina KT-skipan, har tey hava biðið um heimild at brúka 150 milliónir krónur. Eitt keyp, sum ikki er blivið boðið út, tí politiska skipanin hevur valt tveir veitarar frammanundan. Ein leistur, sum er kappingaravlagandi, og sum kann gerast nógv dýrari enn neyðugt. Og ikki minst ein leistur, sum kann vera skaðiligur og kappingaravlagandi fyri KT-vinnuna.

- Eitt er, at hesin leistur er skilaleysur. Eitt annað er, at hann er sera óvirðiligur fyri skattgjaldaran. Politiska skipanin eigur altíð at leggja seg eftir at fáa sum mest og best burtur úr skattgjaldarans pengum. Men við leistinum hjá Fíggjarmálaráðnum og meirilutanum í Fíggjarnevndini, tykist líkasælan at vera fullkomin.

Eitt er, at Fíggjarmálaráðið ikki fylgir egnum rundskrivi um útboð. Eitt annað er, at meirilutin í Fíggjarnevndini góðtekur hesa mannagongd.

Minnilutin í Fíggjarnevndini – sum Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, er partur av – mælir frá at samtykkja tað. Hann og hini í minnilutanum vísa á, at arbeiðið átti at verið boðið út í smærri tyssum.

Tó vilja vit í Fólkaflokkinum gera greitt, at vit halda, at tað er týdningarmikið og gott, at KT-undirstøðukervið verður nútímansgjørt og framtíðartryggjað. Tá tað er sagt, er framferðarhátturin alt annað enn góður.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna