Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársfrágreiðing frá Landsbankanum 2025

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.05.2026 - 10:00 Tíðindaskriv

Ársfrágreiðingin frá Landsbankanum er nú tøk og umrøður millum annað landskassans gjaldføri og skuld, landsbankans virksemi, umframt fíggjarviðurskifti landsbankans í 2025

 

Landsbankin er á fíggjarlógini sum ein vanligur stovnur. Uppgávur Landsbankans eru íløgu- og lánsrøkt fyri landskassan, og at eygleiða og greina fíggjargeiran. Landsbankin er skrivstova fyri Føroya Váðaráð, sum greinar systemiskar váðar í fíggjargeiranum. Harumframt er landsbankin skrivstova fyri Búskaparráðið, og ger greiningar fyri ráðið. Landsbankin umsitur eisini Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, har størsta uppgávan er íløgurøkt og at áseta útgjald á hvørjum ári.  

Samlaða inntøkujáttanin var í 2025 2,9 mió. kr. meðan samlaða útreiðslujáttanin var 11,4 mió. kr., tvs. ein netto játtan á 8,5 mió. kr.

Samlaðu útreiðslurnar hjá Landsbankanum vóru 12,3 mió. kr. í 2025 samanborið við 11,5 mió. kr. í 2024. Av teimum 12,3 mió. kr. vóru 9,1 mió. kr. lønir (8,5 mió. kr. í 2024) og keyp av vørum og tænastum við meira vóru 3,2 mió. kr. (2,8 mió. kr. í 2024). Keyp av vørum og tænastum er í stóran mun útreiðslur til KT, virðisbrævabókhald og aðra sakkøna hjálp.

Á inntøkusíðuni var játtanin 2,9 mio. kr., men inntøkan gjørdist 3,8 mió. kr. Landsbankin fær inntøkur av at umsita Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og av at umsita ogn hjá almennum grunnum. Netto vóru útreiðslurnar tí 8,5 mió. kr., eitt vet minni enn játtanin.

Les ársfrágreiðingina hjá Landsbankanum her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár