Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nú hátrýstveðrið sigur farvæl á hesum sinni, er eitt brúgvalag við ælaveðri yvir okkum. Skýggini hanga tjúkk niður yvir fjøllini, og nakrir tindar eru fjaldir. Hetta slagið av skýlofti hoyrir lágættum til. Serliga úr útsynningi – men eisini úr øðrum ættum – er væta sett av upp úr havinum, og so liggja skýggini í tjúkkum løgum (stratus) við fáum ella ongum glotta uppímillum, sum á hesari myndini, tikin beint eftir middag í dag. Í støðum er tey tjykkri, og avfall kemur niðurúr (nimbostratus). Nú høgættin stundar til, fer skýloftið í næstu viku at vera meira brotið við nógvum støkum skýggjum (cumulus), har fleiri fara at vera høg og tjúkk við kavaælingi. Onkur skúrur fer eisini at vera. Millum tey støku skýggini fer sólin at glugga ímillum – gluggaluft. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.05.2026 - 13:48 Tíðindi Veðrið

Tað er liðugt við tí góða veðrinum á hesum sinni. Vit hava ligið undir einum hátrýsti í meiri enn eina viku, men tað er nú farið sín veg, og í staðin fer køld luft langt norðaneftir at reka ímóti okkum. Saman við henni fer at koma okkurt kavaælið.

Við øðrum orðum er ikki longur vár við lýggjum vindi, men veturin komin aftur við kulda og einum sindri av kava! – og soleiðis er alla vikuna, sum stendur fyri framman . . . . .

Enn er hann útsynningur, men út á seinnapartin fer hann at ganga upp í norðan, og hann fer at liggja millum útnyrðing og landnyrðing alla vikuna. Vindferðin fyri tað mesta upp í frískan vind, 10 m/s, men onkra løtu niður í frískt lot, 8 m/s, ella upp í strúk, 13 m/s. Annars ikki nógv broyting í veðrinum næstu 5 dagarnar.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag.

Mánadagin:

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt kavaæl. Um kvøldið frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað og okkurt kavaælið. Um náttina minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 stig.

Týsdagin:

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt kavaælið. Um kvøldið minkar vindurin niður í lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.

Mikudagin:

Lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og okkurt kavaælið. Um kvøldið og náttina frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, av landnyrðingi, samdrigið og regn ella kavi sunnanfyri; norðanfyri yvirhøvur turt. Hitin millum 1 og 5 stig.

Hósdagin:

Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi og norði, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður við kava ella regni. Hitin 2 til 6 stig.

Fríggjadagin:

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, hálv- ella smáskýggjað kavaælaveður. Hitin 1 til 5 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár