Lýsing
Lýsing
Lýsing

Politisk niðurraðfesting av barnavernd

SKRIVAÐ: Rúna Sivertsen  |  04.05.2026 - 07:06 Lesarabrøv Politikkur

Kommunur svíkja sína ábyrgd, tá tær velja at seta fólk uttan sosialfakliga útbúgving í staðin fyri sosialráðgevar at arbeiða við barnaverndarmálum. Hetta er ikki bara ein faklig skeiv raðfesting, men kann hetta fáa lívslangar avleiðingar fyri vannstødd børn.

 

 

 

Sosialráðgevarafelagið vísir í einum uppslagi á Facebook á eina álvarsliga gongd, sum vit ikki kunnu lata fara afturvið borðinum óátalað.

Tá barnaverndartænastur lýsa eftir málsviðgerum ístaðin fyri sosialráðgevum, er tað ikki bara ein spurningur um orð, men ein spurningur um fakligheit, ábyrgd og rættartrygd hjá børnum.

Barnaverndarmál eru millum tey mest álvarsomu og krevjandi málini í okkara samfelagi. Tey snúgva seg um børn í viðkvæmum støðum, um truplar metingar og avgerðir, sum kunnu fáa lívslangar avleiðingar.

Tí er tað ógvuliga álvarsamt, at kommunur velja at víkja frá krøvunum um sosialfakliga útbúgving og lata upp fyri, at fólk uttan neyðuga fakliga førleikan skulu røkja hesar uppgávur.

Hetta er ein greið undirmetan av barnaverndarøkinum. Vit kunnu ikki góðtaka, at fakligheit verður sett til viks, tá tað snýr seg um okkara mest sárbæru borgarar.

Býráðspolitikarar hava ábyrgdina av hesum øki. Tí eiga teir eisini at tryggja, at rætta fakligheitin er til staðar.

Barnaverndarlógin er greið í sínum krøvum um fakliga forsvarligt arbeiði og haldgóðar kanningar og metingar. Krøv, sum í verki krevja sosialfakligar førleikar.

Sosialráðgevar eru útbúnir til júst hetta arbeiðið, sum umfatar kanningar, samrøður við børn, løgfrøði og etiskar metingar. Tá hesi krøv verða útvatnað, eru tað børnini og familjurnar, sum gjalda prísin.

 

Hvar er eftirlitið?

Landsstýrismaðurin við barnamálum, sum hevur eftirlit við økinum, eigur at taka hetta í størsta álvara og kanna nærri, hvat liggur aftanfyri hesa gongdina. Spurningurin er, um tað er mangul upp á sosialráðgevar ella um aðrar orsøkir gera seg galdandi. Tí um orsøkin ikki er mangul upp á sosialráðgevar, so er neyðugt at hyggja upp á, um barnaverndarøkið átti at verið umskipað.

 

Líka so lítið sum sosialráðgevar eru útbúnir at arbeiða sum lærarar ella námsfrøðingar, eru lærarar og námsfrøðingar útbúnir at røkja tað arbeiðið, sum sosialráðgevar gera.

.

 

Rúna Sivertsen

Sosialráðgevi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár