Lýsing
Lýsing
Lýsing

ICES fundur á Havstovuni

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  05.05.2026 - 10:19 Tíðindaskriv

Í farnu viku hevur Havstovan hýst einum ICES-fundi hjá arbeiðsbólkinum North Western Working Group (NWWG). ICES er altjóða granskingarstovnurin fyri fiskastovnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Stovnsmetingararbeiðið er býtt í fleiri serfrøðingabólkar, og í NWWG verða fleiri stovnsmetingar gjørdar av botnfiski í Norðvesturatlantshavi, millum annað av íslendskum og grønlendskum toski

 

20 serfrøðingar hava luttikið á fundinum, og bólkurin hevur limir úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Danmark og Týsklandi. Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur á Havstovuni, hevur verið forkvinna í NWWG síðani 2024 og var fegin um møguleikan hjá Havstovuni at hýsa fundinum.

Stovnsmetingararbeiðið er umfatandi og krevur bæði tilfar frá rannsóknartúrum og frá fiskiskapinum. Undan fundinum verður alt tilfarið savnað og eftirmett. Á sjálvum fundinum verða stovnsmetingarnar síðan gjørdar og gjøgnumgingnar, og eitt uppskot til tilmæli verður skrivað. Næsta stigið er, at ein serstakur tilmælisbólkur eftirmetir úrslitini og letur endaliga ICES-tilmælið úr hondum.

Ráðgevingin fyri teir 19 fiskastovnarnar, sum vóru við í hesum umfari, verður útgivin um miðjan juni. Teir føroysku fiskastovnarnir sum hoyra til hendan bólkin – upsi, hýsa og toskur í føroyskum havøki – verða tó ikki stovnsmettir fyrr enn seinni í ár og vóru tískil ikki viðgjørdir á hesum fundinum.

Ein stuttlig og samstundis sigandi hending var undir fundinum. Í eini umrøðu um tosk í Eysturgrønlandi og ferðing millum Ísland og Grønland, kom ein fiskimaður inn á Havstovuna við einum toski, sum var merktur í Grønlandi og fiskaður við Ísland við føroyskum fiskifari. Hann var á røttum stað til røttu tíð, og tað var týðiligt, at granskararnir, sum taka lut í hesi merkingarroynd, vóru sera fegnir um at síggja eitt úrslit ávegis frá føroyska fiskiflotanum.

Fiskurin verður nú mátaður og kannaður á Havstovuni, og upplýsingarnar verða síðan sendar víðari til Grønlands. Á tann hátt gjørdist tað heilt ítøkiligt á fundinum, hvussu stóran týdning tað hevur fyri gransking, at hava góð samstørv tvørtur um landamørk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár