Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat er trupulleikin ?

SKRIVAÐ: Tordur J. Niclasen  |  17.05.2024 - 12:34 Lesarabrøv Politikkur

Poul Michelsen ligið í andvekri, forkvinnan ørkymlað, politiskir viðmerkjarar heita á  landsstýrismanninum í lógarmálum at leggja frá sær, uppøst politiskt ungmannafeløg og KVF fingið luft undir veingirnar og mist jørðforbindilsi.

 

 

Hesi fýra samgongulimir, serliga tey í tvey í Framsókn, standa fyri skotum og verða “hongd út”. Men eg loyvi mær at spyrja, hvat er trupulleikin ?

Hesi fýra hava hildið seg til samgonguskjalið, sum greitt sigur, at “Í etiskum málum kann hvør samgongutinglimur atkvøða eftir egnari sannføring”. Tað er júst tað tey hava gjørt – hvørki meir ella minni.

Í Stýrisskipanarlógini § 23 stendur, at “løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum”

Tað vil so siga, at Hanna Jensen, Sólvit E Nolsø, Henrik Old og Jóhannis Joensen hava hildið bæði Samgonguskjalið og Stýrisskipanarlóg Føroya. Tað tænir teim til mikið rós!

At fólk so nú liggja í andvekri og politiski viðmerkjari og KVF  “flyta fokus” botnar helst í, at málið ikki fekk ta lagnu,sum tey vónaðu, tað fekk. ?

 

Tordur J. Niclasen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vælkomin til forvitnisligt franskt kvøld…
Flogbóltsfinalur við Tjarnir leygar­dagin
SjóGló vann danmarksmeistaraheitið í íve…
Nýggj bók: Tá leiðarar hugsa ov nógv
ELM Capital ApS kunnger fyrsta exit: Gal…
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsg…
Føroyar til hægstbjóðandi
Ungfólk hugnaði sær í Svínoy
Almenn móttøka hjá Lunnar fríggja­dagin k…
KBH skal umvæla kommunuskriv­stovuna
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…