Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur FM søguliga sæð

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.04.2024 - 16:15 Ítrottur Tíðindi

Tað er hent einaferð tey 19 árini, har kappast hevur verið um FM í 27 umfør, at FM-vinnarin hevur ligið seks stig ella fleiri aftanfyri nr. 1 eftir seks umførum.

KÍ hevur tapt stórsteypadystin og er úti av kappingini um løgmanssteypið. Í landskappingini hava vit skrivað, at KÍ eisini er úti av FM-kappingini, um ikki okkurt martkant broytist. Og hvussu sannlíkt er tað, um vit hyggja søguliga sæð?

Sambært FaroeSoccer er tað hent einaferð hesi 19 árini, har spælt hevur verið í 27 umfør, at ein føroyameistari hevur megnað at vunnið FM, sum hevur verið seks stig ella meir aftanfyri nr. 1 eftir seks umførum. Tað var í 2012, tá EB/Streymur var sjey stig aftanfyri Víking eftir seks umførum, men vann FM.

Rokna vit tað um til prosentir, so er tað søguliga sæð ein 5 prosent møguleiki, at KÍ vinnur FM í 2024.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld