KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum 07 Vestur-liði
KÍ fekk góðar fortreytir, men áskoðararnir skuldu bíða til 73. minutt, áðrenn KÍ fekk hol á móti teimum 10 leikarunum hjá 07 Vestur.
KÍ gjørdi eina broyting frá dystinum móti EB/Streymi, sum var tvungin. Dan í Soylu kom inn fyri skadda Jákup B. Andreasen. René S. Joensen fór aftur á verjukenda miðvøllin, meðan Dan og Claes Kronberg spældu frammanfyri. Í upphitingini misti 07 Vestur sín toppskjútta Emil G. Pedersen og eftir 19 minuttum fekk liðskiparin Frederik Holst tvey gul kort í sama dystarsteðgi.
Hetta gjørdi, at KÍ hevði bóltin nærum allatíðina, meðan 07 Vestur vardi javnleik. Tað var langt millum góðu álopini hjá KÍ, sum hevði tveir-tríggjar góðar málmøguleikar undan seteðginum, og ábendingar vóru um, at tað kanska gekk móti 0-0. Men burturúr ongum skoraði KÍ í 73. minutti, tá eitt langskot frá Cedric Yambere fór í ein 07 Vestur-leikara og broytti kós. Eftir hetta kom KÍ til onkrar stórar málmøguleikar, og í 89. minutti staðfesti Páll A. Klettskarð sigurin hjá KÍ.
KÍ er framvegis langt frá sínum besta og hetta sær ikki út sum, at tað verður ikki nøkur skjót loysn, har alt broytist, hóast venjarin hevur fingið sekkin. KÍ kann fegnast um annan sigurin á rað, og at einki mál er farið ígjøgnum í tveimum dystum á rað fyri fyrstu ferð í ár.