Lýsing
Lýsing
Lýsing

Varpið brakaði saman við Straight Ahead!

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  18.05.2024 - 12:28 Mentan Myndarøð Tíðindi

Varpið og fólkini kring tað hava seinastu dagarnar staðið á øðrum enda, fyri at fáa alt at líkjast teimum góðu 70-unum, tá ið tónleikurin og mótin var nakað heilt serligur.

Í 1978 kom Verðraplátan út, sum kollvelt Føroyar tónleikaliga, síðani tá eru komin hópin av løgum frá Jørgin´sa undarligu tangentum. Hann er eitt tallent sum hugsar, mennir og kveikir á sín serstaka hátt.

Rudolf Joensen var vertur og greiddi frá í heimligum vendinum og ættarsøgum um hesar serligu dreingir, sum undir veingjabreiði frá Kallu, Britu og seinni Evald Kjølbro fingu frið at virka, og hugsavna seg við buldur og brak.
Í forrhøllini í Varpinum og grannahølunum vóru innrættað tvey kømur/stovur, sum tað sá út í 70-unum. Ein reyður Triumph stóð í forhøllini við hopin av ungdómum rundanum í 70-ara klæðum. Jú har var nógv stuttligt at síggja og dámurin ella hugnin frá 70-unum, var har við tað sama.

Men tað liggja hópin av góðum løgum eftir Jørgin – ikki á hyllini men inni á hansara undarliga, men skilagóða høvdi. Graham Stewart hevur grivið tvey løg fram frá Jørgin, sum teir so saman við Óla Poulsen hava fingið til fólkaogn fyri stuttum.

Í gjár mundi Varpið koppað av gleði og fagnaði við einum heilt serligum afturlitið til 70-ini har alt bar til. Har serliga Jørgin saman Straight Ahead, Archibald, Hera, Edvard og Agnar og seinni saman við Hjarnar, breyt heilt upp úr nýggjum.

Ungu dreingirnir úr Húsinum hugtóku fjøldina, eins og teir boðaðu frá, at eitt nýtt tónleikaættarlið er um at taka við! Sama gjørdi Adrenalin, sum spældi av lívsins kreftum.Undan konsertini var eitt klassiskt ensamble við Atla Elendersen á odda, sum spældi útsetingar hjá Straight Ahead, ið Páll Sólstein hevði útsett. Hetta ljóðaði heilt framúr og setti tingini og tónleikin líka sum í perspektiv.

Jørgin fór afturum pallin og læt nøkur tár falla, so hugtikin og rørdur var hann av hesum innslagnum!
Men húsorkestrið - "Komið øll við-Band", setti sjálvandi sín serliga dám á kvøldið, við sera dugnaligum leikarum, har eisini sonur Hans Carl, Bjarki og Karl Martun høvdu hvør sín solosang við eisini.

”Komið øll” við og øll hini mongu løgini, hann skrivaði, rundaðu í Varpinum. Jørgin mundi verðið sligiðin til riddara av Luxenburg, tá ið teir við Breaking my Heart, gjørdust nr. tvey í ein eini kapping, Radio Luxenburg skipaði fyri – Í øllum førum gjørdust teir tá hóast alt heimskendir.

, tað var ein gleðilig løta í Varpinum í gjárkvøldið – øll sungu og klappaðu við og hugnaðu sær. Eingin vildi heim í góðveðrinum eftir konsertina og vórðu hangandi inni og uttanfyri, og fingu eitt gott prát um góðar gamlar dagar! Onkur byrjaði eisini at skipa fyri, at dansur skuldi verða í Varpinum, men so bleiv ikki.

Har var gott, hugnaligt og deiligt!

Jørgin bleiv eisini heiðraður!

Bráðliga undir konsertini, meðan Jørgin spældi, troppaði borgarstjórin, Karl H. Johansen upp á pallinum við kekki á kr. 75.000,-. Eisini hevði hann eitt heiðursbræv frá ”Listavirðisløn Nólsoyar Páls”, sum m.a. Archibald, spælifelagi Jørgin´s, býráðið og Norðlýsið hava sett á stovn fyri nú mongum árum síðan.

So, við hesum er Jørgin er komin inn í ”Hall of Fame” í Klaksvik! Jørgin var sera fegin, yvirraskaður, skelkaður og glaður – Hann visti einki um henda grunnin, og hevði ikki hugsað henda tankan heldur

Á heiðursbrævunum stóð:
”Henda viðurkenning og sømdargáva verður latin Jørgin Dahl
Fyri dygdargóð avrik og ótroyttiliga at bróta upp úr nýggjum við serstøkum tónleiki og tónleikasamstørvum.
Tú hevur við trúfesti ímóti tínum tónleiki skarað framúr, bæði sum sangskrivari, sangari og tónasmiður.
Jørgin er fólkaogn!”

Takk fyri eitt frálíkt kvøld í einum frálíkum húsi!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hava skrivað undir sáttmála um liðugtger…
Nú eru dystirnir hjá KÍ móti Differdange…
Eg skilji ikki, at ungir menn ikki halda…
Vónin samtakið er í vøkstri
Burturkastkunngerðin er longur burtur nú…
Joan Kannuberg sett sum einalærari í Hús…
Tá Jøkul varð sjósettur
Greining: Útlendsku starvs­fólk­ini stóran…
Nýggj frímerki frá Posta í dag, 24. juni
Klaksvík­ingur fekk debut í bestu deildin…
Tað gráa gullið – nýti arbeiðsmeg­ina hjá…
Hvør er Joseph Michael Williams?
Málninga­framsýning við Elisabeth á Bakka…
KÍ er nú endaliga úti av FM-stríðnum
KÍ fingið styrk til álopspartin
Hetta var ikki okkara dagur - KÍ tapti 0…
18 mánaðir – har vit hava loyst hvønn da…
Upptakt: HB-KÍ
Seinastu sluppir­nar í Klaksvík fóru alla…
120 børn á Másheyggi