icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Calvary-kórið úr USA syngur í Betesda í kvøld kl. 19:00

John William Joensen

Hetta er helst fyrstu ferð, at samkoman í Betesda fær kórvitjan úr USA, hóast tað helst júst er í hesi samkomu longsta føroyska samanhangandi kórtraditiónin hevur verið virkin.

Calvary-kórið, sum telur stívliga 50 limir er úr Calvary Church í Kalamazoo í Michigan.
Prestur í Calvary-kirkjuni er John Monro, sum er giftur føroyskari kvinnu     – Gudny (fødd Gunnarsson), tey eiga ein son.
Fremsta málið hjá Calvary-kirkjuni er at tilbiðja Gud. Samkoman og sangkórið er kent fyri at halda fast um bíbilsku meginreglurnar og ber fram tilbiðjan og lovsong í einum bíbilskum, javnvigandi stíli, har Gud er miðdepil.
Sangkórið syngur mest sunnumorgnar og hevur, ið hvussu er, tríggjar framførslur á eini árligari jólakonsert, ið er stak gott høvi til at røkka út til fólkið har um vegir.

Yvir 2000 vitja kirkjuna hvønn sunnudag
Annars fevnir samkoman eisini um eitt orkestur við 30 tónleikarum, eins og lovsongs-bólkar og ljómlið, handklokkur og fleiri barnakór.
Vanliga vitja fleiri enn 2000 fólk møtini hvønn sunnudag. Hetta talið er tvífaldað seinastu sjey árini. Samkomubygningar og aðrar eindir at virka frá fevna um góðar 30.000 fermetrar á einum øki, ið er umleið 73.000 fermetrar til støddar.
Calvary Bible-sangkórið tók upp sína fyrstu fløgu í mars 2001 við heitinum "Worship at Calvary.Live!"
Tim Hathaway er sang- og tilbiðjanar-pastorur í CBC (Calvary Bible Church). Partur av ábyrgd hansara er at fyrireika og leiða lovsongin og at stjórna sangkórinum og tónleikarunum. Hann og kona hansara, Vicki, eiga tríggjar døtur.
Í Kalamazoo búgva umleið 70túsund fólk og verða bygdir og býir uttan um tikið við, eru umleið 300túsund fólk har á leiðini. Hetta er útbúgvingarøki við Western Michigan Univeristy og Kalamazoo College.
Calvary Bible-samkoman varð stovnað sum sjálvstøðug samkoma í 1929.

Harleywoodpaint