So hava báðir álopsleikararnir frá Senegal, ið seinnu árini hava leikt við B68, funnið sær nýtt felag. Camara fer til 07Vestur og Keita til AB.
So hava báðir álopsleikararnir frá Senegal, ið seinnu árinihava leikt við B68, funnið sær nýtt felag. Camara fer til 07Vestur og Keita tilAB.
Teir tríggir leikararnir frá Senegal, ið hava verið parturav B68 hópinum seinnu árini, fara sostatt í hvør sína ætt. Teir fara nemligatil hvør sítt lið, ið væntast at koma at vera partur av botnstríðnum í ár.Ndende er farin til TB og tykist vera tryggasta íløgan av hesum, tí meðan hannhevur verið sannførandi í fleiri ár, so hava bæði Camara og Keita verið hartraktir av skaðum.
Í síðstu viku skrivaðu við á Norðlýsinum, at bæði Keita og Camarafóru til 07Vestur at royndarvenja. Men áðrenn vikan var av, so hevði Keitagjørt sáttmála við AB. Í gjár gjørdist so greitt, at Camara hevur gjørtsáttmála við 07Vestur, skrivar heimasíðan hjá uppflytarunum.
Spennandi verður at síggja, hvussu hesir leikararnir fara atstyrkja hesi trý liðini, ið av teimum flestu væntast at fáa eitt stræviðkappingarár.




