Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Cameron leggur frá sær

Helgi Abrahamsen

Bretski forsætismálaráðharrin, David Cameron, leggur frá sær, eftir at úrslitið á fólkaatkvøðuni í gjár.

Bretski forsætismálaráðharrin, David Cameron, fer at leggja frá sær, eftir at úrslitið á fólkaatkvøðuni í gjár gjørdist eitt nei til ES. Sambært forsetismálaráðharranum fer hann at leggja frá sær í sambandi við landsfundin hjá Konservativa flokkinum í heyst.

“Landinum tørvar nýggja leiðslu, men ikki við mær sum skipara,” sigur David Cameron.

Hann royndi at fáa bretar at verða verandi í ES, men fólkið vildi tað øðrvísi, og avgerðin hjá fólkinum skal virðast, sigur hann.

51,9 prosent av bretum atkvøddu fyri at fara úr ES, meðan 48,1 prosent valdu at verða verandi.

Harleywoodpaint