Í hesum døgum verður camping øki gjørt klárt til summarið.
Á Summarfestivalinum í fjør var fyri fyrstu ferð roynt at hava camping øki úti á útfyllingini. Tað eydnaðist sera væl. Tí verður tátturin tikin uppaftur í summar.
Í ár er øki uppaftur betri skipað. Kloak og vatn er lagt, og eitt lítið hús við streymi í er sett upp á økinum. Sum skilst, so er longu nú á Norðoyastevnu/Truckerfestivalinum áhugi hjá onkum camping-vognum at vitja.
Tað er Norðoya kunningarstova, sum umsitur øki.




