Mánadagin sleppa húsvognar inn á campingøkið á Summar Festivalinum. Hetta er seinasta árið at møguligt er at húsvognar sleppa at standa á verandi campingøkið, tí eftir hendan SF verða íbúðir bygdar á hesum stað.

Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at gera stóra campingøkið klárt til gestirnar á Summar Festivalinum. Og gongur sum ætlað, letur campingplássið upp mánadagin kl. 13.00.
Í ár er eitt campingøkið afturat tikið í brúk, so enn fleiri húsvognar kunnu koma á festival. Hetta økið liggur beint við svimjihøllina og er eisini tætt við festivaløkið
Tað hevur verið ein serligur hugni at vera við campingvogni á Summar Festivali, og í ár er seinasta árið, at útfyllingin á Sandinum kann brúkast til campingvognar. Orsøkin er, at íbúðir skulu byggjast á útfyllingini, og arbeiðið byrjar beint eftir Summar Festivalin.
Frameftir verður tað ein avbjóðing at kunna hýsa eins nógvum húsvognum, sum tað ber til í ár.