Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Carles Puidgemont handtikin við týska markið til Danmark

Jóhann Lützen

Týska løgreglan sigur í fráboðan, at hon hevur tikið fyrrverandi catalanska forsetan í Schleswig-Holstein á motorvegnum A7.

»Hann varð tikin nær við danska markið«, sigur talskvinna hjá flokkinum hjá Carles Puigdemont við AFP. Týska tíðindastovan AFP sigur, at Puidgemont varð handtikin, tá hann var á veg úr Danmark til Týskland, men hetta er ikki váttað. Eftir øllum at døma varð hann handtikin týsku megin markið.

Fyrr um vikuskiftið fór Puidgemont úr Finnlandi fyri at sleppa aftur til Belgia. Mikko Kärnä, sum var vertur fyri vitjanini, sigur, at hann hevði verið í Finlandi á vitjan. Løgreglan í Finlandi sigur, at teir vórðu klárir at handtaka Puidgemont eftir áheitan úr Spania leygardagin, men Kärnä sigur, at hann longu var farin úr Finnlandi fríggjadagin.

Hósdagin skuldi Puigdemont hitta finskar politikarar, og sambært ferðaætlanini skuldi hann vera har fram til leygardagin, men hetta bleiv framskundað, tá Finland fekk europeisku handtøkuboðini úr Spania. Ákæran ljóðar uppá “uppreistur” og “at skunda undir uppreistur”, og verður hann funnin sekur, kann hann fáa 25-ára fongsul.

Belgia, sum hevur hýst Puigdemont í fleiri mánaðir, hevur ikki viljað handtikið hann. Rættarskipanin har metir ikki, at hann hevur framt brotsverk, sum hava við sær handtøku, og meta í staðin, at hann er politiskur aktivistur.

Fríggjadagin vórðu fimm aðrir catalanskir leiðarar sendir í fongsul, harímillum seinasta forsetavalevnið Jordi Turull. Hægstirættur sigur, at tilsamans 13 catalanskir leiðarar verða rættarsóktir fyri uppreistur, og tilsamans 25 persónar í loysingarrørsluni eru blivir ákærdir fyri uppreistur í fjør.

Túsundtals catalanarar gingu kravgongu fríggjadagin og leygarmorgunin og kravdu at tey fólkavaldu skipa eina stjórn, sum arbeiðir víðari fyri loysing frá Spania. “Heimastýrið” í Catalania misti nakað av sjálvstýri, tá stjórnin í Madrid legði seg út í fólkaatkvøðuna um loysing og eftirfylgjandi fullveldislýsingina í oktober í fjør.