– Orð og tónar byrjar aftur hóskvøldið kl. 20:00
Orð og tónar – mentanarsamstarvið millum Reinsaríið í Havn og Sprotan, sum hepnaðist stak væl í vár – verður tikið upp aftur hóskvøldið 20. august.
Tvær bøkur verða viðgjørdar: Bókin um tað góða eftir Carl Johan Jensen og Karitas – við ongum heiti eftir Kristín Marju Baldvindsdóttir, sum Gunvør Balle hevur týtt úr íslendskum. Evnaríki gittarleikarin Benjamin Petersen stendur fyri tónleikinum.
Dorit Hansen fer at hugleiða eina løtu um innihaldið og ymsar tættir, ið Carl Johan nemur við í sínum skaldskapi, áðrenn Carl Johan og hon fara at práta saman um nýggju bókina. Hans Tórgarð fer at lesa ein brellbita úr bókini.
Eftir steðgin fer Lydia Didriksen at práta við Gunvør Balle um kendu skaldsøguna Karitas – við ongum heiti. Bókin snýr seg um tættir í íslendskari kvinnusøgu, ið eru so sára føroyskir, at pallurin kundi verið Føroyar fyrst í 20. øld.
Eins og í vár, verður Orð og tónar í heyst og vetur tiltakið at uppliva og njóta bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Bókaútgávurnar eru nógvar og áhugaverdar í heyst, og nógvir av teimum frægastu tónleikarunum í landinum verða við hvørt O&T-hóskvøld.
Skráin hóskvøldið 20. aug. er henda:
20:00 Tankar um Bókina um tað góða – Dorit Hansen
20:15 Tónleikur: Benjamin
20:25 Dorit Hansen hevur samrøðu við Carl Johan Jensen um skaldsøguna
20:45 Hans Tórgarð lesur brot úr Bókini um tað góða
20:55 Steðgur
21:15 Gunnvør Balle og Lydia Didriksen tosa um Karitas – við ongum heiti
21:40 Tónleikur: Benjamin
Kaffi, vín og øl fæst afturvið.
Høvundur og týðari signera bøkurnar, sum verða seldar fyri serprís.
Til ber eisini at ogna sær onkrar aðrar úrvaldar bøkur fyri serprís eisini.
Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið verður hildið eitt hóskvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til 22:00. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.




