Orsakað av trætuni um hýrurnar, kom Carlton á Klaksvík týsdagin. Skipið hevur annars roynt í ES-sjógvi, seinastu tíðina.
P/F Seafreezer, ið P/F Næraberg eigur, er reiðaríið hjá Carlton. Skipið bleiv keypt til Klaksvíkar í 2006 frá Bjarta Mohr. Carlton lastar um 1500 tons av svartkjafti, sum skipið trolar eftir.
Nú stríð tók seg upp um hýrurnar, fellur hetta saman við at kvotan í ES sjógvi er um at vera uppi, og vanliga tekur fiskiskapurin í føroyskum sjógvi seg ikki upp fyrr enn um 10. til hálvan apríl. Hinvegin, so hava skipini hesi seinastu árini fingið brúkiligan fiskiskap í altjóða sjógvi vestanfyri Rock All hesa tíðina.
Einir 15 mans eru knýttir at Carlton.




