Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Carragher er bilsin

Jákup Ósá

Jamie Carragher setur spurnartekin við, um Liverpool hevur gjørt nokk fyri at fáa Steven Gerrard at halda fram í felagnum.

Fyrr í dag boðaði Steven Gerrard alment frá, at hann fer at royna avbjóðingar uttanfyri Ongland komandi kappingarár, tá sáttmálin við Liverpool gongur út. Gerrard hevur sagt, at hann ynskir at royna nakað nýtt áðrenn tað er ov seint, men enskir miðlar hava eisini nevnt spælitíðina sum eina orsøk. Jamie Carragher, sum bara umboðaði Liverpool og í dag er viðmerkjari hjá Sky Sports, ivast í, um Liverpool hevur gjørt nokk fyri at halda uppá Gerrard.

– Hvussu kundi hetta henda? Eg væntaði ikki, at hann nakrantíð fór úr Liverpool. Fyri seks mánaðum síðani segði Gerrard, at hann gavst á landsliðnum fyri at kunna geva alt til Liverpool næstu tvey-trý árini. Ein má ikki undirmeta, hvussu týdningarmikið tað er at føla at vera virðismettan, og at felagið ynskir ein. Viðvíkjandi leiktíð, so skilji eg hann, og eg havi tosað við hann fleiri ferðir um hetta. Frá at vera ein av teimum fyrstu í uppstillingini, so missir hann nú ein dyst av trimum og komandi ár verður tað kanska ein av tveimum. Hann er ikki ein, sum trívist við at sita á bonkinum. Men eg føli, at Liverpool hevur ikki gjørt nokk fyri at halda uppá Gerrard, sigur Carragher m.a. við blaðið Daily Mail.