Aftur hetta vikuskiftið spílar cowbow-barrin í Klaksvík seg út.
Legendan í svørtum, ið fostraðist í Guðs egna landið, og rúnarbant allan heimin, verður hetta vikuskiftið heiðraður í tí harrans cowboy-barr í Klaksvík – "Maverick" – millum stórar verðrar, grovar fiskamenn og nógv gajolir.
Longu hóskvøldið byrjaði gildið har møguleiki var at royna seg móti fryntligi bartendarinduni, í stein, saks og pappír.
Fríggjakvøldið hevur oldurabbasonur Johnny’s – Jógvan Cash (yngri) – orðið, saman við nógvum øðrum góðum fólki, og sjálvsagt er eisini møguleiki fyri at royna seg freelance Cash entusiast handan guitarin.
Leygarkvøldið er frítt guitarspæl, har tað verður sungi og skála í Cash og den dur, og Sunnudagin verður double-up á ymsum ókristiligum tíðspunktum.
Avsláttur verður til øll tey ið einans eru klødd í svørtum!
Í Maverick fært tú Cash fyri allar pengarnar!




