Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Casper Hyltoft sannførdi ikki AB

Jákup Ósá

Danski leikarin hevur royndarvant við AB, men fær ikki sáttmála.

Danski leikarin Casper Hyltoft, sum sjálvur bjóðaði seg fram at sleppa at venja við, vísti ikki nóg mikið undir venjing til, at AB umhugsaði at geva honum sáttmála.Venjarin hjá AB, Bill M. Jacobsen, sigur, at avgerðin er tikin um, at danski leikarin ikki fær sáttmála við AB.

– Casper var væl skúlaður sum fótbóltsleikari, dugdi síni ting, tekniskt sterkur, men var ikki tað, sum vit leitaðu eftir sum áleypari/vongur. Men eg og AB vilja ynskja honum alt tað besta framyvir, sigur Bill M. Jacobsen í stuttari viðmerking við nordlysid.fo.

Danski leikarin er farin av landinum aftur uttan sáttmála, meðan AB framvegis leitar eftir teimum báðum seinastu leikarunum, sum helst vera útlendingar, ið skulu styrkja um hópin.

Harleyfacadeacryl