Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Cecilia svam av Syðradali á Biskupsstøð

Oliver Joensen

 Cecilia Wigant Eysturdal venur í løtuni til NM í havsvimjing “Open Water”. Kappingin verður í Svøríki í august í ár.

Í hesum sambandi setti hon sær fyri at svimja av Syðradali og til Klaksvíkar, og hendan dreym sín gjørdi hon álvara av ídag, tá tað eydnaðist henni at lenda við Biskupsstøð í Klaksvík um hálvgun sjey tíðina eftir at hava svomið teinin í ein tíma og 20 minuttir.

Símin á Høvdanum, formaður í Ægir var á staðnum, hann ynskti Ceciliu tillukku við bragdinum og segði, at hann vitsti at henni tørvaði sponsorar til ferðina. Frá Maveric og Klaksvíkar Timburhandli handaði hann henni nakað av peningi, sum hann segði kundi vera ein byrjan og vónaði at onkur áhugaður fór at hjálpa henni peningaliga.

Teinurin sum Cecilia svam ídag var góðar 5 kilometrar í beinari linju, men helst hevur hon svomið longri, tí neyðugt var at gera ein umveg orsakað av streymviðurskiftunum.

Vit ynskja Ceciliu tillukku við bragdinum.

Harleywoodpaint