Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Celebrity Eclipse vitjar aftur á Klaksvík

Tíðindaskriv

Í morgin kemur risastóra ferðamannaskipið Celebrity Eclipse inn í norðhavnina í Klaksvík. 2923 ferðafólk eru við, og manningin telur 1195 fólk.

Í morgin kemur risastóra ferðamannaskipið Celebrity Eclipse inn í norðhavnina í Klaksvík. 2923 ferðafólk eru við, og manningin telur 1195 fólk.

Aftur hesuferð hevur býurin spílað seg út við fjølbroyttari skrá. Her verða tiltøk so sum sølutorg, býarbussar, framsýningar, útferðir við báti og hýruvognum, og mangt annað.

Umframt hesi tilboð er eisini opið í Christianskirkjuni, fornminnissavninum, svimjihøllini, bakarínum, kafeum, barrum osfr, so her er eisini ríkiligt hjá føroyskum gestum at fara til.
Celebrity Eclipse vitjaði tvær ferð í fjør, og var hetta so mikið væleydnað at tey aftur í ár velja at leggja leiðina inn á klaksvíkina, fyrru ferð í morgin, og aðru ferð leygardagin á sjálvum summar festivalinum.

Ein nýggj tænasta ið verður boðin út, er at norðoya kunningarstova nú avgreiðir Tax Free fyri ferðafólkini. Hetta verður gjørt umborð við fráferð.