KÍ fer heldur at satsa upp á yngru leikararnar, skrivar felagið á heimasíðuni ki.fo í dag
Teir báðir útlendingarnir Chris Cerroni og Kareem Smith verða ikki longur at síggja í blá hvítu troyggjuni í ár.
Eftir at hava verið partar av KÍ-hópinum í nakrar mánaðar, ynsktu teir ikki at halda fram og fara báðir av landinum í næstum.
Venjarin Tony Paris harmast um avgerð teirra, men takkar teimum samstundis fyri gott samstarv og ynskir teimum alla lukku framyvir.
Nógvir evnaríkir ungir leikarar eru í felagnum og hesir fara óiva at fáa meira spælitíð og verður tað mett neyðugt, fer KÍ at hyggja seg um eftir nýggjum leikarum tá keypsvindeygað hjá FSF letur upp tann 18. juni




