Hóskvøldið, 28. juli – og tað er Ólavsøkuaftan – , er konsert kl. 19.30 v/Kose Chamber Choir úr Estlandi. Kórleiðari er Heli Sepp, og hevur hann verið kórleiðari síðani 12.september 1989, tá kórið varð stovnað.
Kórið hevur verið á fleiri konsertferðum uttanlanda, og hevur luttikið í fleiri kórkappingum í Estlandi, og hevur ligið millum 3 tey bestu kórini til hesar kappingar.
Kórið fer m.a. at framføra Ave Maria eftir Giulio Caccini, Halleluuja eftir Leonard Cohen, umframt verk eftir Bara Grimsdottir og tónasmiðum úr Estlandi.



