Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Champions League finala: Liverpool-tiltak í Klaksvík

John William Joensen

Í samband við Champions League finaluna mikudagin 23. mai kl. 19.45 ímillum AC Milan og Liverpool FC, so hevur Liverpool Føroyar leiga Café KÍ frá kl. 18.00.

Í Café KÍ verður dysturin verður vístur á stórskýggja.

Tiltakið byrjar við døgverða kl. 18.00, har tað er pláss fyri umleið 50 persónum. Prísur fyri døgverða og dessert er fyri limir kr. 200,00 og fyri ikki limir 250,00. Børn 14 ár og yngri gjalda hálvan prís. Liverpool Føroyar hevur latið gjørt eina serliga t-shirt í samband við finaluna og kostar hon kr. 125,00. Goldið verður kontant fyri døgverða, dessert og t-shirt í Café KÍ.

Tilmelding, til tiltakið í Klaksvík, fer fram við at senda teldupost til gutti@liverpool.fo í seinasta lagi týsdagin 22. mai kl. 18.00. Í teldupostinum skal standa navn á øllum persónum og um tað er vaksin ella barn, sum ein meldar til, møguligt limanummar (um tú ert limur) og stødd á t-shirt, um ein ynskir at keypa t-shirt. Heitt verður á øll um at møta í Liverpool blusu.