Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Champions League sendingin útsett

klaksvik.fo

Champions League sendingin útsett til fríggjadagin

Eftir ætlan skuldi KÍ spæla Champions League dyst fyri fyrstuferð í Klaksvík kl. 19.00 í dag. Somuleiðis var meiningin at senda eina fótbóltsending við innsløgum, samrøðum og upptakt, men av tí at eitt umboð fyri móttstøðuliðið, Slovan Bratislava, varð testa positivt fyri Covid 19, er dysturin útsettur til fríggjdagin kl. 17.00.

Hetta merkir somuleiðis, at Champions League sendingin, ið eftir ætlan skuldi byrja í kvøld kl. 18.00, verður send fríggjdagin 21. august frá kl. 16.00.

Hendan støðan bleiv rættiliga serlig, men hetta gevur okkum nakrar eyka dagar at gerast spent í. Men eg kann sláa fast, at sendingin verður flutt, og send frá kl. 16.00 fríggjadagin, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, ið sær fram til ein spenanndi dyst, og vónar at norðoyingar bakka ordiliga væl upp um liðið, hóast støðan hevur verið eitt sindur kaotisk seinasta samdøgrið.

Fløggini, ið børn og barnsligar sálir kunnu mála, klippa og líma, kunnu heintast í ymisku matvøruhandlunum í Klaksvík og eisini á Fossánesi.