Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Charley Pride 70 ár

John William Joensen

Í hesum sambandi verður Charley Pride hugnakvøld á Fortuna hósdagin 10 apríl kl. 19.00.

Charley Frank Pride var føddur hin 18 mars 1938 í býnum Sledge í Missisippi USA. Sum unglingi droymdi hann um at gerðast professionellur Baseball spælari og fekk eisini sáttmála sum slíkur, men tónleikari skuldi gerðast hansara lívsstarv, tí umframt baseball byrjaði hann eisini sum heilt ungur at spæla uppá guittara

Fyrstu ferð Charley Pride kom á Billboard Hot Country Songs var í desember 1966 við lagnum "Just Between You and Me."

Men tað var í 1971 við singulplátuni “Kiss an Angel Good Mornin” Charlie Pride slerdi navnið hjá sær fast við 12 tumma seymið í Country tónleikaheimin.

Síðani tá hevur Charley Pride havt 36 løg á nummar eitt listanum hjá Billboard Hot Country Songs, og hevur hann tilsamans hava selt 70 milliónir plátur um allan heim.
Charley Pride hevur nógvar fjepparar í Føroyum, og í samband við at hann hin 18 mars í ár fylti 70, verður skipað fyri hugnaløtu í Klaksvík .

Skrá.

*Filmur: "Charley Pride konsert"
*Petur Rouch heldur fyrilestur um Charley Pride
*Borðhald á Fortuna

Kostnaður fyri alt tiltakið film/borðhald/fyrilestur 225 kr.

Tilmelding á tlf. 218111 í seinasta lagi týsdagin 8. apríl.
(avmarkað luttøka)

Fyrireikari
Karl Sofus Heimustovu

sigrun-h@post.olivant.fo

Sí annars video av Charley Pride við at trýsta her