Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Cheick Tiote deyður

Jóhann Lutzen

Fyrrverandi Newcastle leikarin doyði í dag, tá hann small um til venjing

Fyrrverandi Newcastle leikarin doyði í dag, tá hann small um til venjing

Cheick Tiote var 30 ár, nú hann andaðist. Hann hevði júst skift frá Newcastle til Bejing Enterprises í Kina. Cheick Tiote leikti við Newcastle í 7 ár og skoraði eitt mál, og tað var eitt minniligt av slagnum. Hann javnaði til 4-4 við dundurskoti ímóti Arsenal, eftir at Arsenal hevði verið á odda 4-0 á St. James Park í Newcastle. 
Tað frættist at talan var um hjartatilbur, sum hann fekk til venjingina í dag. Fótbóltsheimurin hevur aftur mist ein leikara í bestu árum.