Premier League: Chelsea vann í kvøld sannførandi á heimavølli 4-0 í móti einum skelkaðum Tottenham-liðið. Hálvleiksstøðan var 0-0, men í seinna hálvleiki tók Chelsea yvir og verjan hjá Tottenham sovnaði. Sera ivasamt reytt kort til Tottenham og brotsspark til heimaliðið. Chelsea er nú klárt á odda í ensku kappingini.

Fyrsta málið kom í 56’ minutti. Vertonghen hevur bóltin hjá sær í vinstru síðu, steðgar bóltinum, men er áhálsin og glíður. Roynir so hálvliggjandi at spæla bóltin aftur til verjuna ella málmannin, men Eto’o kemur í millum og skorar trygt.
Í 60’inda minutti kemur eitt innlegg og Eto’o dettur lættliga í feltinum tætt við Kaboul. Dómarin gevur Kaboul reytt og brotsspark til Chelsea. Rættiliga nógvir dómarar høvdu ikki dømt hesa støðu, kunnu vit við vissu siga. Edin Hazard tekur brotssparkið og skorar. 2-0.
Málini til 3 og 4-0 vóru gávur frá Tottenham verjuni. Tað fyrra ikki líka ringt eins og tað seinna. Bæði málini skoraði Demba Ba, sum hevur havt málturk í eina tíð. – Triðja málið kom eftir at Tottenham-verjan ikki fekk ruddað heilt burtur og fjórða málið eftir eina høpisleysa afturlegging, sum Ba lættliga kundi gera sær gagn av.
Hetta var ein stór strika í rokningina hjá Tottenham, sum berjist fyri einum fjórða plássi og ein greið ábending um, at Chelsea er stórfavorittur til fyrsta pláss í Premier League í ár.
Premier League í dag:
West Bromwich Albion – Manchester United 0-3
Crystal Palace – Southampton 0-1
Norwich City – Stoke City 1-1
Cardiff City – Fulham 3-1
Chelsea – Tottenham 4-0
Topp fimm í ensku Premier League:
1) Chelsea 66stig 29dystir
2) Liverpool 59stig 28dystir
3) Arsenal 59stig 28dystir
4) Manchester City 57stig 26dystir
5) Tottenham 53stig 29dystir